Útvarpið og sjónvarpið skulu hereftir stýrast av nevndum

Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í mentamálum, ætlar at seta stórbroytingar í verk í Sjónvarpinum og í Útvarpinum. Hann hevur nú gjørt eitt uppskot, sum hann vónar at kunna leggja fyri tingið í hesum mánaðinum

 

Hereftir skulu tað vera fimm-mannanevndir, sum skulu hava ovastu leiðsluna fyri útvarpinum og sjónvarpinum.

Hetta er ein ætlan, sum Torbjørn Jacobsen, landstýrismaður í mentamálum nú ætlar at seta í verk.

Hann sigur, at hann hevur gjørt eitt uppskot um, hvussu almennu fjølmiðlarnir skulu skipast hereftir.

Uppskotið um broytingar í lógini um kringvarp, varð lagt fyri landsstýrið á tí seinasta fundinum fyri jól.

? Nú er uppskotið til politiska viðgerð og spurningurin er so, hvussu flokkarnir taka undir við tí. Men eg vóni, at uppskotið kann leggjast fyri tingið í hesum mánaðinum.

Hann sigur, at eydnast tað, skuldi tað borið til at sett uppskotið í verk í vár.


Almennir stovnar

Av tí, at uppskotið nú er til politiska viðgerð, veit Torbjørn Jacobsen ikki, hvussu tað fer at síggja út, tá ið tað verður lagt fyri tingið, ella tá ið tað verður samtykt.

Men sjálvur hevur hann lagt upp til at gera stórar broytingar á teimum báðum stovnunum.

Men talan verður framvegis um tveir stovnar. Útvarpið og sjónvarpið verða sostatt ikki løgd saman, soleiðis, sum summi hava róð framundir.

Men annars fara stórar broytingar at henda.

? Í løtuni eru Útvarpið og Sjónvarpið sjálvstøðugir stovnar undir landinum.

? Men eftir mínum uppskoti, skulu hesir báðir stovnarnar nú verða sjálvstøðugir almennir stovnar .

Samstundis er ætlanin, at ognirnar hjá hesum báðum stovnunum við ársenda 2000, skulu vera byrjanar-fíggjarstøðan hjá teimum sjálvstøðugu, almennu stovnunum.

? Ein fyrimunur við tí er, at hava stovnarnir avlop í rakstrinum eitt árið, kunnu teir goyma tað til árið eftir, sum er, fellur tað aftur til landskassan.

Samstundis skal veljast ein nevnd við fimm limum fyri Útvarpið og ein fyri Sjónvarpið.

?Í hvørja av hesum báðum nevndunum skal ein nevndarlimur veljast eftir tilmæli frá Fróðskaparsetrinum. Hesin nevndarlimurin skal hava gott innlit í føroyskt mál og føroyska mentan. Ein limur við dyggum kunnleika til fjølmiðlar og fjølmiðlaviðurskifti, verður valdur eftir tilmæli frá Føroya Blaðmannafelag. Triði nevndarlimur í hvørjari nevnd verður valdur eftir tilmæli frá starvsfólkunum á hvørjum stovni.

Hinar báðar seinastu nevndarlimirnar velur landsstýrismaðurin í mentamálum eftir tilmæli frá umsitingini. Annar av teimum skal hava góðan fyrisitingarligan kunnleika og hin skal vera búskaparfrøðingur, og, ella vera roknskaparkønur.

Samstundis ger landsstýrismaðurin av, hvør skal vera formaður, og, hvør skal vera næstformaður.


Ovastu leiðsluna

Nevndirnar vera valdar fyri eitt ár í senn.

Torbjørn Jacobsen sigur, at tað verða nevndirnar, sum koma at hava ovastu leiðsluna fyri stovnunum og at hava yvirskipaðu ábyrgdina av, at lógin um virksemið hjá stovnunum verður hildin.

Eftir tilmæli frá stjórunum, skulu nevndirnar staðfesta virksemið á stovninum og yvirskipaður meginreglurnar fyri programmpolitikkkinum. Samstundis skulu nevndirnar góðkenna rakstrarætlanirnar hjá stovnunum og hava eftirlitið við teimum.

Nevndin skal eisini seta stjóran, men tað er stjórin, sum setir øll hini starvsfólkini.

Síðani Tróndur Djurhuus fór úr starvi, hevur Jógvan Jespersen verið fyribils stjóri fyri Sjónvarpið, umframt at hann er útvarpsstjóri.

Torbjørn Jacobsen sigur, at nýggjur stjóri verður ikki settur fyri Sjónvarp Føroya, fyrrenn hendan nýggja lógin er samtykt. Sostatt verður ein tann fyrsta uppgávan hjá teirri nývaldu nevndini fyri Sjónvarpið, at seta nýggjan stjóra. Annars hevur Jógvan Jespersen játtað at halda fram, til hesar nýggju lógarbroytingarnar eru settar í verk.


Aðalorðaskifti

Annars sigur landsstýrismaðurin í mentamálum, at ætlanin er eisini rættiliga skjótt at seta niður eina fjølmiðlanevnd, sum skal gera eitt upprit um alt fjølmiðlaøkið. Hetta heldur hann er neyðugt, tí tað henda so ótrúligar broytingar á fjølmiðla, ikki minst á tekniska økinum.

Torbjørn Jacobsen sigur, at hann miðjar eftir, at hendan fjølmiðlnevndin ger eitt upprit, sum kann elggjast fyri tingið at hava aðalorðaskifti um á vári í 2002.