Eyðun á Borg
--------------
BÍBILSK ÆVINTÝR: Í útvarpssending (áhugaverd sending) spurdi útvarpsmaðurin tvær ferðir, um bíbliusøgur ikki bara vóru ævintýr.
Forvitnislig sjónarmið, ikki minst tí hesin sami útvarpsmaður í øðrum útvarpssendingum hevur greitt frá, at ymsar »spirituellar« verur eru rundan um okkum!?
JARÐSKJÁLVTI OG FÓTBÓLTSSAMBANDIÐ: Í tíðindasending í Útvarpinum segði ein útvarpsmaður, at jarðskjálvtin í Kili er millum teir harðastu jarðskjálvtarnar, sum hava verið.
Næstan í sama andadrátti fór hann at tosa um ristingar, sum vóru í Fótbóltssambandinum í sambandi við sokallað forsetaval!?
Summir føroyingar kalla okkurt »útringsfríheit«.
Talifrælsi er gott, men viðmerkingar skulu valdast!?
Við miðlakvøðu
Á Borg á Argjum 1. mars 2010