Fólkatingsvalið er eitt merkiligt val. Vit skulu velja tvey umboð til fólkavalda tingið hjá dønum. Hesi bæði umboðini skulu vera við til at halda í oyruni á donsku stjórnini. Tað, sum er umráðandi fyri okkum, er, hvussu munadygt eftirlitið hjá Fólkatinginum er, tá ið talan er um danskan politikk mótvegis Føroyum. Tað er royndur lutur, at danska stjórnin hevur gjørt beinleiðis og ógvuslig inntriv í føroysk viðurskifti. Hvørjar møguleikar hevur tá Fólkatingið at leggja seg út í hetta, um slík inntriv ikki eru góðtakilig?
Royndirnar tala fyri seg! Nefsið til stjórnina í bankamálinum var fullkomuliga einkisigandi. Fyrst og fremst hevði hendan fólkatingsavgerðin á ongan hátt støði í føroyskum viðurskiftum og veruleikum: Talan var um eitt nefs sum eina og aleina snúði seg um danskan innanríkispolitikk. Fólkatingið er sostatt ikki ført fyri at verja føroyska samfelagið ímóti politiskum yvirgangi frá donsku stjórnini.
Hvørjar møguleikar hevur so Føroya Løgting fyri at steðga inntrivum frá donsku stjórnini og fyrisitingini, tá ið hesi inntriv hava ein meiriluta í tinginum og føroyska fólkinum ímóti sær? Royndirnar tala fyri seg: Føroya Løgting hevur heldur ongan møguleika at steðga stjórnini, tíansheldur at koyra hana frá.
Tann turrisligi veruleikin er, at eitt stjórnar- og fyrisitingarvald hevur ført ein ávísan politikk mótvegis okkara samfelag, og at hesin politikkurin ikki hevur havt undirtøku ímillum okkum, sum búgva í hesum samfelag. Og tann turrisligi veruleikin er, at hetta fólk hevur onga verju havt í sínum fólkavaldu umboðum, - og tað hóast vit velja umboð til tvey ting!
Vit kunnu ikki liva við hesum, og tað sømir seg ikki dønum!
Tað mugu vit fáa eitt prát um. Danska tjóðin roknar seg sum eitt av fremstu umboðum fyri traditiónina, at ein stjórn ikki eigur at kunna at hóreiggja sær ímóti fólksins vilja, - Vinstriflokkurin bardist í fjórðingsøld fyri hesi demokratisku grundreglu; hon varð veruleiki í 1901 og er síðani staðfest í grundlógini í 1953. Tí ber til at fáa danir at skilja, at sjórnarviðurskiftini mugu broytast, so eisini føroyska fólkið kann verða vart av hesi demokratisku grundreglu. Men tað krevur, at tað verður framborið nóg greitt.
Sakliga og gjølla!
Tað fer eitt tjóðveldisumboð at síggja til.
Ólavur Waag Høgnesen