Tað hevur verið rættiliga friðarligt í nátt.
Løgreglan sigur, at tað var lítið fólk í býnum og tað var mestsum púra róligt.
Men løgreglan tók kortini tveir bilførarar fyri at koyra við kenning.
Teir vórðu báðir tiknir tíðliga í morgun, tá ið teir royndu at sníkja seg heim úr veitslulagi, men tíverri fyri teir, gjørdu teir tað í sínum egna bili, heldur enn at fáa onkran annan at koyra.
Og teir vórðu báðir tiknir á hjólum, sum løgreglan plagar at málbera seg, tað merkir, at teir vórðu tiknir í vanligum eftirliti og ikki í samband við nakað óhapp.
Løgreglan hevur eisini kannað nøkur skeinkistøð í nátt, men har vóru øll viðurskifti í lagi.
Men í gjárkvøldið mátti løgreglan upp í eitt heldur sjáldsamt mál um gøtuófrið, Eitt par, sum gisti á einum gistingarhúsi í Havn, kom til ilnar, og tey endaðu bæði úti á gøtuni, har kvinnan rann eftir manninun við einum stóli, og hann undan.
Tá ið tey vóru endað á gøtuni, mátti løgreglan upp í at sissa partarnar, men tey máttu so finna sær aðra gisting í nátt, tí tey sluppu ikki inn aftur á sama gistingarhús.