Tá løgreglan gjørdi ferðslukanningar í gjár, fekk ein bilførari klipp fyri eina yvirháling í Kaldbaksbotni, har hann koyrdi yvir sperruflatur, sum eru málaðar á vegin. Tað gav honum eitt klipp í koyrikortið.
Somuleiðis fekk ein bilførari í Havn fekk eisini klipp í koyrikortið tá hann koyrdi ímóti ferðslurætninginum.
Í Norðoyatunlinum var óskil á ferðsluni, tá ein lastbilur punkteraði í tunlinum. Løgreglan kom á staðið at leiða ferðsluna, meðan bilurin varð fingin til viks.
Hóast veðrið hevur verið ilsligt, so hevur løgreglan onga fráboðan fingið um skaða av vindi ella regni, men heitir á fólk um at hyggja eftir leysum lutum og øðrum, sum kann fúka í vindinum.
Í gjárkvøldið sendi løgreglan út hesa ávaring:
Nú er nakað av vindi og allarhelst veksur vindurin enn meir - serliga í sunnara parti av Føroyum.
Tí vera tit biðin um at binda trampolinina fasta og tryggja aðrar lutir, sum kunnu fara á flog í kvøld, nátt og fyrrapartin í morgin.
Vinaliga
Vaktleiðarin