Bilførarar í somu bilrøð rendu á bilin frammanfyri

- Tað ræður um at vera árvakin og halda neyðugu frástøðuna - ikki minst í nógvari ferðslu, sigur løgreglan.

Løgreglan visti í morgun at siga, at tað gjørdist ein ávísur ferðsluruðulleiki í Norðoyatunlinum seinnapartin í gjár.

 

Tað byrjaði við, at ein bilførari, sum koyrdi inni í tunlinum, noyddist at steðga, tí ólag kom á bilin. Teir fyrstu bilarnir, sum koyrdu aftanfyri, sóu, at bilførarin hevði trupulleikar.

 

- Men, ein bilførari, sum var longri aftur í røðini, varnaðist ikki, at bilrøðin ikki koyrdi undan við somu ferð. Tiskil rendi hesin í afturpartin á bilinum frammanfyri.

 

Vaktleiðarin segði í morgun, at tað hendu tvey slík óhapp - helst í somu bilrøð, har enn ein bilur, sum var nakað aftarlaga í røðini, rendi á bilin frammanfyri.

 

Tað ræður um at vera árvakin og halda frástøðu, men í Norðoyatunlinum í gjár hevur frástøðan hjá hesum báðum bilførarunum helst verið ov tepur.

 

- Bilførararnir, sum koyrdu á bilarnar frammanfyri, vóru ikki nóg ansnir, men tíbetur kom lítið upp á bilarnar, og her var eingin fólkaskaði, sigur vaktleiðarin.