Tveir bussar, ein sjúkrabilur og einir tríggir aðrir bilar eru farnir útav í vindinum og hálkuni í morgun. Annar bussurin fór oman av vegnum ímillum rundkoyringina og vestara munna á Norðskálatunlinum. Hin fór útav við Høgareyn á Vestmannavegnum. Bussførararnir vóru einsamallir í bussunum, og teir fingu ikki skaða.
Um sjey-tíðina í morgun tók vindurin ein sjúkrabil út av vegnum í Gøtudali, men heldur ikki her hendi nakar mansskaði.
Løgreglan í Havn hevur eisini fingið fráboðan um einar tveir-tríggjar bilar, sum eru farnir útav á Vestmannavegnum. Tey, sum vóru í bilunum, fingu ikki skaða.
Í tí nógva vindinum eru onkrar takplátur loysnaðar, og onkur garður er eisini farin, sigur løgreglan í Havn.