Sambært lokalum myndugleikum, eru tveir amerikanskir politikarar skotnir í málrættaðum álopi í Minnesota, og løgreglan í økinum hevur heitt á fólk um at halda seg innandura.
Seinastu tíðindini úr USA eru, at tey bæði, sum eru rakt av skotum, eru á lívi, men tey eru álvarsliga løstað.
Sagt verður, at hjúnafelagarnir hjá teimum eisini eru skotnir.
Keldur siga við ABC News, at talan er um senatorin, John Hoffman og Melissu Hortman, sum er limur í umboðsmannahúsinum í Minnesota.
Myndugleikarnir halda, at tann, sum framdi illgerðina, gav seg út fyri at vera løgreglufólk.
Amerikanska fregnartænastan FBI er við í kanningararbeiðnum.
Tað var í morgun, lokala tíð, at hendingin fór fram. Tey, sum vóru skotin, búðu umleið 13 kilometrar frá hvørjum øðrum.
##med2##
Sagt verður, at guvernørurin, Tim Walz, hevur verið á staðnum, og hann hevur sett átaksleiðsluna í gongd. Tim Walz var varaforsetavalevni hjá demokratiska forsetavalevninum, Kamalu Harris, í fjør heyst.
Sambært The Guardian er boðað frá tíðindafundi um hendingina seinni í dag.