Tveir eru skiftir út á Vágseiði

FC Suðuroy er fyri fyrstu ferð í 10 ár á heimavølli í bestu deildini

Klokkan 14.30 fer Eiler Rasmussen at bríksla fyri fyrstu ferð í dagsins einasta dysti í fremstu deildini. Meðan Eyðun Klakstein og hansara menn á landsliðnum fyrireika seg í Kekkia, har tað í kvøld verður HM undankappingardystur, so er landskappingardystur á Vágseiði.

 

Talan er um uppgerðina millum FC Suðuroy og EB/Streym, sum vegna veður varð útsett í fyrsta umfari. Hvørki FC Suðuroy ella EB/Streymur eiga spælarar í landsliðshópinum, tí ber tað til at avgreiða útsetta dystin í dag.

 

Fyri FC Suðuroy er tað serligt, at hetta er fyrsti landskappingardysturin á heimavølli í bestu deildini í 10 ár. Tað er eisini serligt, at hetta er fyrsti dystur á Vágseiði, síðani stuðulin hjá felagnum Hans Jacob Hjelm so syndarliga doyði og hósdagin fór til gravar. Hann plagdi saman við Dennisi Holm at stroyma dystirnar hjá FC Suðuroy á Vágseiði. Nú er tað Televarpið, sum eigur rættin at stroyma, og í dag fara teir á Vágseiði undan dystarbyrjan av minnast Hans Jacob Hjelm.

 

Í øðrum umfari tapti FC Suðuroy 2-0 á útivølli ímóti B68. Síðani tá er ein spælari skiftur út. Dánjal Godtfred, sum ikki var tøkur sunnudagin, er á miðvøllinum, meðan Aleksander Holm Kilgour er millum teir á beinkinum.

 

Í øðrum umfari endaði tað 2-2, tá ið EB/Streymur hevði vitjan av TB. Síðani tá er ein spælari skiftur út. Tóki H. Johannesen, sum sunnudagin varð skiftur inn, er millum teir fyrstu ellivu, meðan Símun Kalsø í dag er millum teir á beinkinum.

 

 

 

FC Suðuroy – EB/Streymur kl. 14.30

 

Dómari: Eiler Rasmussen

 

FC Suðuroy: Rasmus Olsen – Jákup Joensen, Hunter Bell, Jimmy Abdul, Emmanuel Andorful – Salmundur Bech, Dánjal Godtfred, Pætur Augustinussen, John Villi Wøldike Leo, Fríði Holm – Teit Hjelm

 

Venjari: Pól Thorsteinsson

 

EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Meinhard Geyti,  Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Virgar Jónsson – Jens Erik Bruhn, Óli Eyðsteinsson Poulsen, Mórits Heini Mortensen – Tóki H. Johannesen, Búi Egilsson, Boubacar Dabo

 

Venjari: Sigfríður S. Clementsen