Í fjør fingu tveir føroyingar staðfest AIDS
Tað skrivar landslækning í eini nýggjari frágreiðing.
Talan var um tvær kvinnur, sum fingu AIDS
Fyrsti tilburðurin av HIV smittuni í Føroyum varð skrásettur í 1986 og trý ár seinni, í 1989, varð fyrsti tilburðurin av AIDS staðfestir.
Hesi seinastu árini eru annars fáir tilburðir skrásettir, tí seinast, ein HIV tilburður varð skrásettur var í 2004, tá ið tvær kvinnur fingu HIV.
Tilsamans eru 20 føroyingar skrásettir við HIV, 15 mannfólk og fimm konufólk.
Tá ið tveir tilburðir av AIDS vórðu skrásettir í fjør, var hetta fyrstu ferð síðani 1995, at nakar AIDS tilburður varð skásettur í Føroyum, tá fingu tvær kvinnur AIDS.
Higartil hevur Landslæknin skrásett níggju føroyingar við AIDS, seks mannfólk og trý konufólk.
Av teimum eru sjey deyð, fýra mannfólk og trý konufólk.