FC Svendborg, sum spælir í niðurflytingarsæplinum í triðbestu donsku deildini, hevur fingið styrk við tveimum nýggjum leikarum – nærri nágreiniliga tveimum føroyingum.
Talan er um teir báðar TB-ararnar, Heina Mikal Mortensen og Hanus Mortensen. Tað veit bold.dk at siga í dag.
Teir báðir hava sjálvir sett seg í samband við venjaran, Jesper Jensen, og eftir at hava vant við felagnum í tvær vikur, eru partarnir nú vorðnir samdir um at gera avtalu.
Hanus er 25 ára gamal, meðan Heini er 22 ára gamal. Hanus hevur spælt 130 dystir fyri TB í vaksnamannadeildum, meðan Heini hevur spælt 105.
FC Svendborg er í løtuni á 8. plássi í niðurflytingarspælinum í triðbestu deildini, tvey stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.