Tveir ferðamenn á Mallorka duttu í deyðan

Tveir menn í tríatiárunum eru deyðir á Mallorca. Ferðavinnan er komin aftur til oynna við øllum ólevnaðinum, skrivar blað.

 

 

Tveir ferðamenn eru við fáum tímum ímillum deyðir á sponsku frítíðaroynni Mallorka í tveimum ymsum vanlukkum, ið sambært blaðnum Diario de Mallorca hendu av »grovum óansni«.

Báðar vanlukkurnar vórðu filmaðar av eygnavitnum, og upptøkurnar eru deildar á sosialum miðlum.

Tað skrigar tíðindastovan dpa.

Tann fyrra vanlukkan hendi hósdagin í býnum Magaluf.

Har datt ein 34 ára gamal brreti niður av einum svala á einum gistingarhúsi, sum hann var klintraðu upp á uttaná á sjeyndu hædd.

Løgreglan heldur, at maðurin var ávirkaður av rúsdrekka ella narkotika. Tvær kvinnur, sum vóru á hotelkamar hansara, hava sagt løgregluni, at hann uppførdi seg løgið, áðrenn hann datt í deyðan.

Fáar tíma seinni var seinna vanlukkan.

Ein 31 ára gamal ferðamaður úr Hollandi doyði, tá hann leyp av einum 25 metra høgum bergi á oynni Malgrats uttan fyri býin Santa Ponça og rakti ein stóran stein.

Kavarar funnu lík hansara. Sambært løgregluni hevur maðurin helst mist vitið, tá hann rakti ein stein og druknaði.

Alsamt fleiri ferðafólk eru deyð á Mallorka seinastu árini.

Serliga eru menn deyðir eftir at hava gjørt eitt hvørt váðamikið. Millum annað tað, sum er kent sum »balconing«, har ferðafólk frá einum svala loypa niður í ein svimjihyl, tá teir klintra av einum svala á annan.

Í eini viðmerking um fyribrigdið skrivar Diario de Mallorca, at »ferðavinnan er komin aftur til Mallorka við øllum tess ólevnaði«.

Blaðið greiðir eisini frá, hví tað at klintra ella leypa av einum svala, hevur fingið enska fyribrigdið.

– Balconing hevur tikið lívið av níggju fólkum seinastu trý árini, skrivar blaðið og leggur afturat, at meginparturin av teimum deyðu eru bretar við miðalaldrinum 24 ár.

– Hvørki fyribyrgjandi herferðir ella beinleiðis politisk átøk hava megnað at komið hesum lívshættisliga fyribrigdi til lívs, sum verður framt undir ávirkan av rúsdrekka og rúsevnum.

/ritzau/