Tveir hálvleikir sum dagur og nátt

5-3 til Víking. Tað boðar frá undirhaldi, og soleiðis var tað.

Víkinga venjarin segði soleiðis við Rás2 eftir dystarlok í Sarpugerði:

-Spælbýtið og málmøguleikarnir í 1. hálvleiki løgdu upp til størri mun, tá ið teir fóru at hvíla seg enn 2-0. Í 2. hálvleiki spældi AB ógvuliga væl, men vit eru fegnir um, at tað eydnaðist okkum at vinna við tveimum málum, segði Jógvan Martin Olsen.

Venjarin fegnaðist um, at nógva venjingin við deyðbóltum bar frukt við sær, tí fýra av Víkingamálunum vórðu skorað eftir deyðbóltar.

AB venjarin, Allan Mørkøre, metti ikki, at hansara lið hevði verið niðurspælt í 1. hálvleiki:

-Burtursæð frá tveimum málum upp á deyðbóltar, so spældu teir seg ikki til upplagdar møguleikar í 1. hálvleiki, hóast teir høvdu bóltin nógv.

AB venjarin heldur ikki, at hansara lið er verri fyri í ár, enn teir vóru í fjør:

-Talan var um fyrsta dyst, og kanska vóru nervar uppi í, nú vit spældu torføran útidyst. Vit mugu vera betri í eftiransingum, tá ið mótstøðumenninir hava deyðbóltar, helt Allan Mørkøre, sum vónar, at tað aftur í ár fer at hilnast væl á heimavølli.

 

Víkingur-AB 5-3 (2-0)

Dómari: Lars Múller

1-0: Atli Gregersen 4.

2-0: Atli Gregersen 32.

2-1: Stig Roar Søbstad 46.

2-2: Stig Roar Søbstad 55.

3-2: Sølvi Vatnhamar 60.

4-2: Finnur Justinussen 71.

4-3: Morten Overgaard 76.

5-3: Sølvi Vatnhamar 79.