Fyrilestrar
Í gjár vórðu tveir áhugaverdir fyrilestrar hildnir á Fiskirannsóknarstovuni. Tað vóru tey bæði, professarin Eric P. Achterberg (National Oceanographic Centre, Southampton) og føroyska Maria C. Nielsdóttir, PhD-lesandi á sama stovni, ið hildu hesar fyrilestrarnar.
Maria C. Nielsdóttir las evnafrøði á Náttúruvísindadeildini, áðrenn hon fór til Danmarkar at lesa til sivil verkfrøðing í evnafrøði.
Seinastu tvey árini hevur hon verið PhD-lesandi á National Oceanography Centre (NOC) í Southampton í Suðuronglandi.
Sum partur av PhD-lestrinum hevur Maria C. Nielsdóttir verið á rannsóknarferðum, bæði í Suðurhøvum og í Norðuatlantshavinum.
Fólk, sum vóru til fyrilestrarnar, siga, at báðir vóru sera áhugaverdir - og á høgum støði.
Vit fara at siga eitt sindur um hesar fyrilestrar í aðrari grein á Portali og í Sosiali.