Tveir ísraelskir gíslar dripnir í álopi á Gaza

Hamas vil vera við, at tveir ísraelskir gíslar eru deyðir, og at átta aðrir eru særdir undir ísraelskum álopum.

 

Mótmælisfólk í ísraelska stórbýnum Tel Aviv krevja gíslarnar leysar. - Foto: Itai Ron/Reuters

Ísraelsk álop á Gazageiran hava seinastu fýra samdøgrini kostað tveimum ísraelskum gíslum lívið og sært átta álvarsliga.

Tað vilja tey í vápnaðu deildini hjá HAmas, al-Qassam Brigadurnar, vera við í boðum í dag á boðtænastuni Telegram.

– Umstøður teirra gerast alsamt meira óvissar, nú møguleikarnir fyri at geva teimum viðkomandi viðgerð minkar, verður sagt í boðunum.

Al-Qassem Brigadurnar siga víðari, at Ísrael hevur »fullu ábyrgdina« fyri lívinum hjá gíslunum, sum eftir eru.

Hernaðarliga rørslan Hamas tók 240 gíslar til fanga í álopunum á Ísrael 7. oktober í 2023.

Tey tiknu vórðu tikin úr Ísrael í Gaza, har tey higartil hava verið hildin sum gíslar í fýra mánaðir.

Umleið helmingurin av gíslunum eru latnir leysir. Tað er ógreitt, hvussu nógvir gíslar eru eftir á lívið í Gaza.

Millum gíslarnar eru bæði ísraelar og útlendingar.

/ritzau/Reuters

 

 

Mótmælisfólk í ísraelska stórbýnum Tel Aviv krevja gíslarnar leysar. - Foto: Itai Ron/Reuters