Tveir mans fongslaðir fyri yvirgang í Íslandi

Serdeild hjá íslendsku løgregluni handtók mikukvøldið fýra mans í 20’unum, tí teir skuldu hava ætlanir um yvirgangsatsóknir. Tveir av monnunum eru nú varðhaldsfongslaðir.

Politiovastin Karl Steinar Valsson sigur sambært Ritzau, at hetta eru fyrstu handtøkur av sínum slagi í Íslandi nakrantíð.

 

Teir fýra menninir eru undir illgruna fyri at hava lagt ætlanir um yvirgangsatsókn og fyri at hava framleitt vápn í 3D printara. Menninir verða sagdir at hava havt fleiri vápn og stórar mongdir av lóðri liggjandi á ymiskum støðum í Íslandi.

 

Yvir 50 løgreglufólk vóru við í átakinum, sum fór fram í Kópavogi og Mosfellsbær, ið eru forstaðir til høvuðsstaðin Reykjavík.

 

Ógreitt er, hvørjar ætlanir menninir høvdu, og hvørji motiv teir hava havt, men løgreglan sigur, at teir høvdu ymiskar íslendskar stovnar og persónar sum mál – møguliga bæði Altingið og løgregluna.

 

Íslendska løgreglan kannar nú málið, eitt nú fyri at finna fram til, um nakað samband hevur verið millum teir fýra menninar og víðgongdar bólkar uttanlands.