Tá tveir mans komu á flogvøllin í gjár stóð tollvaldið fyri teimum og steðgaði teimum. Narkohundurin gav boð um, at okkurt var áfatt við monnunum og tá spurdir, játtaðu báðir menninir, at teir smuglaðu rúsevni.
Løgreglan tók teir á Landssjúkrahúsið, har teir fóru í skannaran. Har vísti tað seg, at teir báðir høvdu svølgt nakrar pakkar, og tí endaðu teir í varðhaldinum.
Har hava teir ligið nátt og eftir at teir hava sitið á pottinum, hevur løgreglan staðfest, at annar maðurin hevði smuglað 144 gramm av hassji, meðan hin hevði smuglað 117 gramm.
Báðir menninir eru leyslatnir aftur, men skulu møta í rættinum seinni, tá dómur fellur í málinum.