Tveir nýggir býráðslimir í Klaksvík

Signhild Joensen og Tummas J. Lervig nýggir býráðslimir í Klaksvík. Nú Torleif Sigurðsson, býráðslimur, andaðist, tekur Signhild Joensen av Trøllanesi sæti sum fastur býráðslimur í Klaksvík restina av hesum valskeiðinum.

Samstundis hevur Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur, tikið sæti á Føroya Løgtingi, og tí hevur hon søkt fyribils um farloyvi frá býráðsarbeiðnum. Tummas J. Lervig tekur sæti sum varalimur í nevndum og býráði fyri hana.

Vegna broytingar í valbólkunum fer býráðið annars á fyrst komandi býráðsfundi at velja nakrar av nevndunum av nýggjum, og verður tá møguleiki eisini at gera broytingar av nevndarbýtinum hjá omanfyri nevndu, um hetta er ynskiligt, sigur Klaksvíkar Kommuna á heimasíðu sínari.