Fanny Petersen varð sett í starv sum nýggjur menningarleiðari í Eik tann 1. mai, og Elin Sigvardsen er nú sett í starv sum nýggjur starvsfólkaleiðari Fanny Petersen varð sett í starv sum nýggjur menningarleiðari í Eik tann 1. mai. Hon tók við eftir Anniku Mittún Jacobsen, sum fór í starv sum kringvarpstjóri.
Fanny Petersen er útbúgvin cand.merc.dat frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Í tíðarskeiðinum 1995 - 2006 starvaðist hon í Alm. Brand samtakinum í Keypamannahavn. Frá 2006 - 2008 var Fanny starvsfólkaleiðari hjá Landsverk.
Fanny er 41 ár og búsitandi í Havn.
Elin Sigvardsen er sett í starv sum nýggjur starvsfólkaleiðari í Eik. Hon tekur við eftir Marjuna Eystberg, sum verður starvsfólkaleiðari í Eik Bank Danmark eina tíð framyvir.
Elin Sigvardsen hevur fyrr lært í Eik, táverandi Føroya Sparikassa. Árini 1998 til 2005 starvaðist hon hjá BG Bank, í Asset Management hjá Gudme Raaschou Bank og í Real Estate Financing hjá HSH Nordbank í Keypmannahavn. Seinastu trý árini hevur Elin Sigvardsen verið leiðari Deildartænastuni í Eik.
Elin Sigvardsen er 39 ár og búsitandi í Havn. Hesi tíðindi standa at lesa á eik.fo.