Tveir úr TB eru á vikuliðnum

Tað sást á vikuliðnum, at greipuvinnararnir í HB í gjár fyri aðru ferð í eina viku vóru væl upplagdir og vunnu tryggan sigur ímóti NSÍ

Fyrsta umfar í Betri deildini í 2021 er av, og tað er nógv prát um støður, dómaraavgerðir og úrslit. Soleiðis er fótbóltur, og alla staðni, har fótbóltur er á skránni, verður tað diskuterað og dømt og mett. Mánadagsvenjararnir er kent hugtak, og í dag eru nógvar meiningar um tað, sum í gjár og í fyrradagin sást á vøllunum kring landið.

Úrslitini vóru soleiðis, sum tað frammanundan varð roknað við, og nú verður tosað um og sæð fram ímóti øðrum umfari, sum verður næsta vikuskifti: Tá eru dystirnir 07 Vestur – B68 (leygardagin), KÍ – NSÍ, EB/Streymur – Víkingur, ÍF – TB og HB – B36.

 

So eru tað persónligu avrikini, og hvussu vikuliðið skal verða mannað. Miðlahúsið var í gjárkvøldið í sambandi við persónar, sum hava stórt innlit í fótbóltin, og sum ofta eru viðmerkjarar í miðlunum. Hesir persónar sóu til saman allar fimm dystirnar leygardagin og í gjár – onkur sá meiri enn tveir dystir – og burtur úr teirra eygleiðingum hevur Miðlahúsið eftir avrikini í fyrsta umfari sett hetta liðið:

##med2##

 

Tað er í 3 – 4 – 3 spælskipanini:

Nikola Stoisavljevic, TB – Heri H. Mohr, HB, Heini Vatnsdal, KÍ, Ndende Adama Guéye, TB – Árni Frederiksberg, KÍ, Geza David Turi, Víkingur, Mathias Thrane, B36, Dan í Soylu, HB  – Ronnie Møller-Iversen, EB/Streymur, Uros Stojanov, ÍF, Adrian Justinussen, HB

HB eigur tríggjar spælarar, KÍ og TB eiga tveir spælarar og B36, EB/Streymur, ÍF og Víkingur eiga ein spælara í part.

 

Málverji er Nikola Stoisavljevic, sum í vetur flutti úr B68 og til TB. Serbiski málverjin átti stóran lut í, at B68 flutti upp. Í gjár var hann sannur brandur í TB málinum. Víkingaranir høvdu 12 hornaspørk og seks royndir ímóti málinum, men tað var bara, eftir at hann í síðstu løtu akrobatiskt hevði hálvbjargað, tá ið innskifti Martin Klein Joensen royndi seg við stútara, og Finnur Justinussen skoraði, at málverjin var noyddur at geva skarvin yvir, og so vann Víkingur 1-0.

Uttan iva halda tey í HB leguni, at Teitur Matras Gestsson átti at verið valdur á vikuliðið, og, sum maðurin plagar at siga, við avrikinum ímóti NSÍ í huga, tá ið hann vísti avgerandi bjargingar, tá ið dysturin framvegis reið um snarið, er Teitur hitt valið, men nú varð TB málverjin valdur.

 

Teir tríggir í verjuni vóru eyðsýndir. Heri H. Mohr var tryggur í verjupartinum, og hann var væl við í uppspælinum og átti fleiri góð innlegg. Heini Vatnsdal var sera tryggur í KÍ miðverjuni, og hann skoraði eitt mál á Svangaskarði, og so er tað Ndende. Hann hevur ofta verið miðverji hjá TB og viðhvørt verjukendur miðvallari. Í gjár var hann verjukendur miðvallari, og hann stóð seg framúr væl. Róligur og skilagóður fær hann pláss í verjuni.

 

Nýggi B36 miðvallarin Mathias Thrane, sum er ókendur í føroyskum fótbólti, vísti seg í 2-0 sigrinum í Sørvági at vera tryggur og skilagóður. At Geza David Turi er skilagóður spælari hevur verið greitt í fleiri ár. Í gjár vísti hann, at hann nú er ein av lyklaspælarunum hjá Víkingi.

Árni Frederiksberg hevur av álvara funnið stevið í Klaksvík og KÍ. Hann var við í uppspælinum til tvey mál og fleiri aðrar góðar málmøguleikar í 4-0 sigrinum á Svangaskarði, og Dan í Soylu vísti í 5-2 HB sigrinum ímóti NSÍ, at hann við fínum bóltførleika og góðum spælskili er ein av teimum heilt góðu at finna pláss millum keturnar, og so skoraði hann tvey mál.

Um hesa tíðina í fjør var hann púra ókendur í føroyskum fótbólti, men tað var skjótt, at málstreymurin var orsøk til, at hann varð kendur, og leygardagin var hann aftur á blettinum og skoraði við høvdinum fyrsta málið í ársins kapping. Talan er um Uros Stojanov hjá ÍF. Aftrat honum í fremstu røð eru Adrian Justinussen, sum í gjár var í eins góðari útgávu, sum hann var í fjør, áðrenn hann var óheppin at bróta beinið, og so Ronnie Møller-Iversen.

Tað kann væl vera, at tað serliga fer at verða tosað um nýggja EB/Streyma mannin, og eitt nú Jóannes Bjartalíð hjá KÍ og Klæmint A. Olsen hjá NSÍ kundu komið upp á tal. Ronnie Møller-Iversen var sera eyðsýndur í Hólmanum á Eiði leygardagin. Hann javnaði til 1-1, tá ið ÍF málverjin stórkiksaði, og Ronnie Møller-Iversen kundi havt verið heilt stóri maðurin hjá EB/Streymi, men hann sendi í síðstu løtu við brotssparki bóltin omanfyri ÍF málið. Tað tekur tó ikki frá Ronnie, at hann stóð seg heilt væl í fyrsta dystinum fyri nýggja felagið.

Um eina viku seta vit vikuliðið eftir annað umfar.