Tveir sangir um lívið

Í dag koma tvey nýggj stakløg út við Flemming & Vinmenn, ið Páll Isholm hevur skrivað orð og lag til.

Tað eru tvær kendar røddir, ið framføra. Aðra eigur Flemming Petersen úr Syðrugøtu, sum frá blaðungum árum hevur verið virkin í føroyska tónalívinum og framvegis er virkin í bólkinum, Flermming & Vinmenn. Flemming gav í 2006 út fløguna »Knúsandi løgur«.

 

Hina røddina eigur Kristina Bærentsen, ið seinnu árini veruliga hevur gjørt vart við seg sum ein frálík country og gospell sangarinna. Hon hevur millum annað givið út fløguna, »Kristina«, og luttikið á fløgum hjá Halli Joensen.

 

Sangirnir eru vorðnir til í samstarvi millum Pál, Flemming og Mikkjal. Hinir tónleikararnir eru Kristina Bærentsen (sang), Benjamin Petersen, Ólavur Olsen og Brandur Jacobsen.

 

Sangur og ljóðføri eru tikin upp í Studio Vangberg í Syðrugøtu og í Kris-studio í Tórshavn. Sangirnir, sum Óli Poulsen hevur ljóðblandað, snúgva seg um lívsins álvara og gaman. Annar er um lívið her og nú, og hin um lívsleiðina frá byrjan til enda.

 

Hóast sangirnir líkjast í evni, eru løgini sera ólík.

 

»Vit liva nú« er ein lívligur og glaður sangur við dixilandjazz íblástri. ERin sangur um hugsanir, stúranir og brostnar dreymar, ið vit brúka óneyðuga tíð upp á, í staðin fyri at liva her og nú.

 

Hesi eru við á sanginum:

Páll Isholm, Orð og lag

Flemming Petersen, Sang, kór og gittar

Benjamin Petersen, Gittar og banjo

Mikkjal Joensen, Bass

Ólavur Olsen, Trompet, trombone og flugelhorn

Brandur Jacobsen, Trummur

 

»Eydnuhjólið« er ein slow-valsur. Sangurin er um kærleikan og um spennandi gøturnar, ið hann leiðir okkum út á lívsins ferð.

 

Hesi eru við í sanginum:

Páll Isholm, Orð og lag

Flemming Petersen, Sang, kór og gittar

Kristina Bærentsen, Sang og kór

Benjamin Petersen, Gittar

Mikkjal Joensen, Bass og saxofon

Ólavur Olsen, Trompet, trombone og flugelhorn

Brandur Jacobsen, trummur