Tað eydnaðist føroyingafeløgunum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini at fáa sjey av níggju møguligum stigum í dag.
Vendsyssel FF við René Shaki Joensen á vøllinum vann 2-0 á FC Fredericia á heimavølli. Tá fimm minuttir vóru farnir gjørdi FC Fredericia sjálvmál, tá ein tími var farin tryggjaði Thomas Dalgaard Vendsyssel FF øll trý stigini, tá hann skoraði til 2-0. Talan er um fyrsta sigurin hjá Vendsyssel FF hetta kappingarárið.
Vejle vann heili 3-0 á Næstved á útivølli í dag. Viljormur í Heiðunum Davidsen (myndin) var við frá byrjan. Vejle var á odda 1-0 í steðginum.
Heini Vatnsdal og Bárður J. Hansen vóru við frá byrjan, tá Fremad Amager á útivølli spældi javnleik 1-1 ímóti HB Køge. HB Køge kom á odda longu tá fýra minuttir vóru farnir. Mike Mortensen javnaði fyri Fremad Amager, tá 70 minuttir vóru farnir, og tryggjaði Fremad Amager eitt stig. Talan er um fjórða javnleikin hjá Fremad Amager í fimm dystum hetta kappingarárið.
Støðan í næstbestu donsku fótbóltsdeildini :
1 | Nykøbing FC | 5 | 10 - 6 | 12 | ||||
2 | FC Helsingør | 5 | 8 - 3 | 11 | ||||
3 | Vejle Boldklub | 5 | 9 - 4 | 9 | ||||
4 | HB Køge | 5 | 6 - 3 | 8 | ||||
5 | Hobro | 5 | 10 - 9 | 7 | ||||
6 | Næstved | 5 | 8 - 7 | 7 | ||||
7 | Fredericia | 5 | 5 - 6 | 7 | ||||
8 | Skive | 5 | 5 - 9 | 7 | ||||
9 | Vendsyssel FF | 5 | 6 - 8 | 4 | ||||
10 | Fremad Amager | 5 | 3 - 5 | 4 | ||||
11 | FC Roskilde | 5 | 3 - 7 | 4 | ||||
12 | AB Gladsaxe | 5 | 6 - 12 | 1 |