Tveir sigrar og eitt tap til føroyingaliðini í Noregi

Kristiansand tapti í bestu deildini - Follo og Ryger Stavanger vunnu í næstbestu deildini

Tað gjørdist talan um misjavna undirtøku hjá føroyingaliðunum í norskum hondbólti hetta vikuskiftið.

 

Helgi H. Hoydal og Pauli Mittún skutu tvey mál hvør fyri Kristiansand, ið tapti 32-35 á heimavølli fyri Sandnes í dysti í bestu deildini. Í steðginum var javnleikur 18-18. 

 

Kristiansand hevur tvey stig aftaná tríggjar teir fyrstu dystirnar í kappingini. 

 

Leygardagin 1. oktober spælir Kristiansand á heimavølli móti Halden.

 

Í næstbestu deildini gekk munandi betri hjá føroyingaliðunum.

 

Tróndur Mikkelsen skoraði eitt mál fyri Ryger Stavanger, ið vann stórsigur 34-21 á Fyllingen. Í steðginum var Ryger á odda 17-9. Julian J. Kragesteen kom ikki á máltalvuna fyri Ryger hesaferð.

 

Teitur Horn Rasmussen skoraði trý mál fyri Follo, ið vann greiðan 30-23 sigur á Falk á útivølli. Í steðginum var Follo á odda 13-10.

 

Follo og Ryger Stavanger hava bæði fýra stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar í kappingini. 

 

Mikukvøldið 28. september tekur Follo móti Bergen á heimavølli. Sama kvøld hevur Ryger Stavanger heimadyst móti Melhus.