Tveir íslendingar vórðu bjargaðir, tá stuttleikabátur teirra sakk í morgun

Tveir mans vóru bjargaðir, tá ið stuttleikabátur teirra sakk í Faxaflógva í Íslandi tíðliga í morgun. Um kl. 6:30 í morgun sendi stuttleikabáturin Eggja-Grímur, sum er 6 tons stuttleikabátur út neyðarkall, tí báturin var farin at leka. Báturin var tá staddur í Faxaflógva. Tyrla og bjargingarbátur vóru alt fyri eitt send á staðið, eisini vóru skip biðin um at hjálpa.

Tyrlan kom til Eggja-Grím kl. 7:40, hon kom fyrst til hjálpar, eisini komu fiskibátar skjótt á staðið. Tyrlan setti mann niður við lensupumpu og eisini royndi fiskibáturin Happasæll at seta fast á søkkandi bátin, tað var fríkst lot av vestri - vindferðin lá um 10-15 m/sek og aldan var 3 metrar høg.

Meðan teir fingust við at seta fast á stuttleikabátin - sakk báturin. Annar av monnunum, sum var við bátinum og tyrlumaðurin bjargaðu sær umborð á Happasæll, hin maðurin, sum var við stuttleikabátinum endaði á sjónum, tá sprakk ein maður frá fiskibátinum við bjargingarringi, eftir manninum, sum var fingin umborð á Happasæll, maðurin var tá illa á holdum komin.

Mennirnir vóru siðan tiknir upp í tyrluna, har teir beinanvegin komu undir læknahond, tí lækni var umborð á tyrluni. Tyrlan fleyg so beinleiðis til Reykjavíkar, har teir komu kl. 9 í morgun.