Tveir íslendingar í vanda at fáa leikbann ímóti Eysturríki

(EM 2016) Ísland spælir ímóti Ungarn í bólki F klokkan 17 seinnapartin

 

Klokkan 17 verður dystur í bólki F í EM-endaspælinum í fótbólti, sum nógvir føroyingar fara at hyggja eftir.

 

Tá fara íslendski frændir okkara at spæla ímóti Ungarn, sum fekk eina góða byrjan uppá kappingina við at vinna 2-0 á einum sterkum eysturríkskum liði. Íslendingar fingu í sínum lagi góðan 1-1 javnleik ímóti Portugal.

 

Tó er vandi fyri, at tveir hollir stuðlar á íslendska liðnum kunnu fáa leikbann til seinasta bólkadystin, sum verður ímóti Eysturríki mikukvøldið klokkan 20. Birk­ir Bjarna­son og Al­freð Finn­boga­son fingu báðir gult kort í dystinum ímóti Portugal farna týskvøld, og fáa teir báðir aftur gult kort í dystinum ímóti Ungarn í dag, so fáa teir leikbann til dystin ímóti Eysturríki.

 

Ísland og Ungarn spæla á kenda Stade Vélodrome leikvøllinum í stóra havnarbýnum, Marseille. Stuttligast er at síggja og hoyra dystin á íslendska RÚV, men fólk hava eisini møguleika at síggja dystin beinleiðis á KFV, sum samsendir við danska TV2. NRK 1 vísir eisini dystin.