Í samband við 50 ára dagin hjá SKS var hugnalig samkoma á Svangaskarði fríggjakvøldið, har Súni í Hjøllum, formaður í tilbúgvingarnevndini hjá SKS, handaði sløkkiliðsmonnunum heiðurstekin.
Teir, sum fingu heiðurstekin, eru:
Jónsvein Bjartason, Strendur og Helgi Olsen, Rituvík.
Tað var Hennara Hátign, Drotning Margretha II, sum í 1973 stovnaði heiðursmerki fyri sløkkiliðsfólk.