Tveir solistar á nýggjárskonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri

Nýggjárskonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum sunnudagin 6. januar kl 19:30 verður send beinleiðis í Útvarpi og Sjónvarpi Føroya Hesaferð eru tveir solistar

Andras Olsen úr Havn fer at framføra Blue Bells of Scotland á trombon. Andras Olsen hevur farloyvi frá Det Jyske Musikkonservatorium í Århus, og er á øðrum ári í útbúgving á The Royal Academy of Music í London. Nina Pavlovski úr Keypmannahavn er sopranur og útbúgvin á Det kgl danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn og hevur millum annað verið solistur í Europa, Russlandi og Japan.

Hon fekk Aksel Schiøtz Prisen í 2000. Hon fer at syngja ?Ebben Ne Andro` Lontana? eftir Catalani. Hesin tónleikur varð nýttur í filminum Diva. Úr ?My Fair Lady? syngur hon ?I could have danced all night?. ?O, mio babbino caro? eftir Puccini er eisini á skránni.
Felgssangurin verður sum vanligt Kom og dansa eftir Lehar og Kristin í Geil

Sangir fyri blandað kór og orkestur, ein føroyskur, danskur og ein íslendskur eru á skránni.
Annars verður tónleikur eftir H C Lumbye, Tschaikovsky, Offenbach , Rameau, Suppé og Strauss at hoyra. Eins og undanfarin ár verður endað við tí kenda Radetzky marsjinum. Tað er Martin Mouritsen, ið stjórnar. Sjónleikarin Páll Danielsen verður vertur.

Fimmtiunda konsertin
Nýggjárskonsertin sunnudagin verður nummar 50 í røðini síðan orkestrið byrjaði í 1983.
Byrjað varð í smáum í 1983 tá ið Norðurlandahúsið læt upp og Musikkskúlaskipanin fór at virka. Karmur og innihald vóru bráddliga her í landinum og møguleiki gjørdist at hoyra symfoniskan konserttónleik við føroyingum, ið leiktu saman við yrkislærdum tónleikarum uttanífrá..

Hesi farnu árini hava nógv fólk hiðani verið við í hópinum og somuleiðis hava tónleikarar uttaneftir vitjað hendan vegin, og tað hevur verið gagnligt fyri orkestrið.

Hópurin í Føroya Symfoniorkestri er í dag samansettur av lærarum og ungum tónleikarum úr Musikkskúlaskipanini eins og góðum áhugaleikarum. Við á flestu konsertunum eru haraftrat nakrir hjálparleikarar úr symfoniorkestrum í Keypmannahavn.
Orkestrið virkar eftir sama leisti sum í byrjanini, bert tríggjar konsertir eru árliga, um várið, heystið og beint eftir nýggjár. Tónleikararnir eru tó meira virknir enn so, og eru sjálvandi við í øðrum høpi eisini.

Á nýggjárskonsertunum verður roynt at leggja skránna soleiðis, at hon innihaldsliga er viðkomandi fyri fjøld av fólki. Her skulu tað fólksliga og hitt listarliga helst fylgjast, og hesar konsertir hava ivaleyst gjørt orkestrið meira sjónligt.

Í løtuni er orkestrið á einum vegamóti, og hvussu drúgt hetta tíðarskeið verður, ber ikki til at siga. Kósin skal setast enn einaferð og ætlanir skulu leggjast. Skal munandi menning fara fram, verður neyðugt við munadyggari fígging, soleiðis at arbeiðast kann við støðugum venjingum og framførslum alt árið.Virksemið má sjálvandi lagast til samfelagsligu fyritreytirnar her á landið, eins og við atliti til siðvanda mentanararvin uttanífrá.