Annar vøllurin verður á Helnabrekku og hin á Norðoyri. Girðingar verða um vøllirnar og ljós verður sett upp við teir. Vøllirnir verða 21 x 13,8 m til støddar, og verkætlanin verður stuðlað av FSF. Arbeiðsmenninir úr týska felagnum Polytan eru farnir til verka et leggja sjálvan vøllin, men veðrið hevur ikki rættiliga verið til vildar.
Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu, stendur um verkætlanina, at bæði páparnir og børnini gleða seg til sparkivallirnir eru klárir.
- Mammurnar nevna tó, at tað kundi verið stuttligt, um eitt spælipláss var nærhendis, so genturnar eisini kunnu "sleppa uppí part".
www.klaksvik.fo