Vegna klassasýn og roynd av heingidekki avlýsir Teistin tveir túrar í dag. Talan er um fráferðina klokkan 13:15 av Gomlurætt og fráferðina klokkan 14:00 úr Skopun. Hesum boðar Strandferðslan frá.
Klassasýn fevna í høvuðsheitum um skrokk, maskinarí og ravmagnsinnleggingar. Burtursæð frá hesum tveimum túrunum verður siglt sum vanligt eftir ferðaætlanini.