Tað tóktist sum um, at tað vóru tveir taparar og eingin vinnari, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð á Svangaskarði seinnapartin.
Úrslitið millum B68 og B71 var 1-1. Kamala legði í 1. hálvleiki heimaliðið á odda, og tá ið tað restaði eitt korter javnaði Thomas Hans Rubeksen fyri B71.
Eitt stig í part ber við sær, at bæði B68 og B71 eru nærri niðurflyting, enn tey vóru hesum umfarinum.
Orsøkin er einastandandi úrslitið hjá FC Suðuroy í Gundadali í dag. FC Suðuroy er á 9. plássi komið upp á 17 stig. B71 er nummar 8 við 18 stigum, og B68 er nummar 7 við 24 stigum.
--------
80 min.
1-1: Thomas Hans Rubeksen 75.
B71 hevur javnað. Thomas Hans Rubeksen setti við høvdinum bóltin í málið, eftir at innlegg var komið innfyri úr høgru.
Sandoyingar hava sum 2. hálvleikur er liðin spent álopsbogan, og nú hava teir skorað!
--------
65 min.
1-0
Eftir steðgin er André Olsen komin á vøllin fyri Remi Langgaard hjá B68.
----
45 min.
Hálvleikur
1-0
Heimaliðið hevur verið omaná ímóti verjukendum sandoyingum. Spælið hjá heimaliðnum hevur tó ikki verið sannførandi, og málmøguleikarnir hava ikki verið nógvir.
------
20 min.
1-0
Álopsspælarin Kamara hevur lagt B68 á odda eftir stórt korter. Uppspælið var í vinstru, og eftir fleiri ferðir aftur og fram eydnaðist tað Kamara at trýsta bóltin inn um strikuna.
B68 hevur fyrra partin av 1. hálvleiki verið greitt omaná.
B68-B71 kl. 15.00
Dómari: Lars Múller
B68: Vlada Filipovic - Niclas Joensen, Jóhan Dávur Højgaard, Pól Jóhannus Justinussen, Dánjal Pauli Højgaard - Kristian Anton Andreasen, Ndende, Remi Langgaard, Jóhan Petur Poulsen - Keita, Kamara
B71: Predrag Markovic - Jóhannes Jensen, Bojan Zivic, Allan Tungá, Bogi Hermansen - Høgni Midjord, Danilo Kovacevic, Marko Stanic, Mikkjal Hentze, Mads Hentze - Thomas Hans Rubeksen