Løgreglan gjørdi í gjár eitt málrættað átak ímóti rúsdrekkakoyring, sum vaktleiðarin nevnir tað. Teir koyrdu runt og steðgaðu bilum, og tað vísti seg, at ein bilførari av hesum var ávirkaður av rúsdrekka og varð skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Um sekstíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan so boð um ein bil, sum koyrdi í so óstøðugt. Tá løgreglan fekk fatur á bilføraranum, vísti tað seg, at hann eisini var ávirkaður av rúsdrekka. Soleiðis vórðu tveir bilførarar í gjár tiknir fyri rúsdrekkakoyring.
Annars var løgreglan eisini og hugdi eftir skeinkistøðum í Havn, og har var einki at finnast at, alt var, sum tað skuldi, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Eisini var boðað frá eini grind í gjár, sum varð funnin uttan fyri Syðradal á Streymoynni. Bátar vóru hjá grindini, men har var so nógvur mjørki, at teir mistu grindina burtur.