Tveir vinnarar í Linares

Kapprenningin við fýra telvarum, sum allir undan seinasta umfar kundu vinna superstórmeistarakappingina, varð óvanliga jøvn spennandi

Talv

Óvæntað endaði Kasparov ikki fremstur. Fyrsta plássið mátti hann ístaðin lata til Leko og Kramnik. Hesir báðir endaðu hálvt stig ovari enn Kasparov og Anand, sum tískil býttu triðja plássið.
Ein kann ikki væntað at Kasparov hvørja ferð endar ovastur, men síðani 1999 hevur Kasparov vunnið hvørja kapping hann hevur luttikið í. Tá hugsi eg um langtalv, ikki kviktalv og talvdystir. Óhoyrt er tað tí, at Kasparov endar trifremstur. Tíggju slíkar superstórmeistarakappingar hevði tann skjótt 40 ára gamli Kasparov vunnið á rað undan Linares 2003. Óvanliga flott og undrunarvert.
Men í Linares hevði hann trupulleikar at skapa sær góðar støður, og tá hann umsíður fekk góðar støður fram, megnaði hann ikki at vinna tær. Hann vann bert tvey talv, tapti eitt (ímóti Radjabov), og leikti níggju javnleikir. Í 1998 tá Kasparov somuleiðis endaði triovastur í Linares, varð mett at hann hevði nátt toppin, og at tað bert kundi ganga skeivan vegin hjá tí tá 35 ára gamla talvfenomeninum. Men síðani hevur hann vunnið ferð aftaná ferð slíkar kappingar, og tí verður sami spádómur nú neyvan eins nógv frammi sum tá. Havast skal tó í huga, at maðurin verður 40 ár 13. apríl, og tað varð júst í hesum aldri, at Karpov spakuliga byrjaði sína heldur keðiligu ferð úr absoluttu heimselituni...

Hin tryggi og hin djarvi
Aftur til kappingina. Kramnik varð einasti telvari uttan nakað tap, men vann hinvegin bert tvey talv og leikti tíggju javnleikir. Ómetaliga trygt leikti hann, kanska ov trygt til at halda sína telving spennandi fyri tey mongu sum fylgdu við kappingini á netinum. Kramnik fekk kritikk av at taka ov nógvir skjótir javnleikir. Kritikk ella ei, ovastur endaði hann saman við Leko, sum bleiv kosin vinnari av kappingini orsakað av fleiri vinningum. Hann vann fýra talv, tapti tvey og leikti seks javnleikir. Leko hevur skift trygga spælistíl sín út við meira beinrakna og djarva telving, sum viðførir at hann vinnur fleiri, men eisini tapur fleiri talv enn fyrr. Í øllum førum er telving hansara vorðin sera hyggjaravinarlig, og er sjálvsagt rætti vegurin fram. Sigurin í Linares prógvar júst hetta.
Anand varð eins og Kasparov allatíð við í toppstríðnum, men tapið í næstseinasta umfari á Leko varð ov kostnaðarmikið. Í seinasta umfarinum hittust hann og Kasparov, og hevði hann í hesum talvi ongantíð fyrimun við hvíta fólkinum, men fekk kortini sín javnleik. Kramnik og Leko leikti somuleiðis javnt í seinasta umfarinum. Anand telvaði sum altið nógv góð talv, men vísti beinleiðis veikleikar í tveimum rókaendatalvum ímóti Kasparov og Leko, har hann hevði remis-møguleikar, men tók teir ikki.

Niðara helvt
Ponomariov, Vallejo og Radjabov hóttu ongantíð toppin, men høvdu eitt gott innanhýsis stríð í niðaru helvt. Ponomariov endaði sum nummar fimm eftir sigur í seinasta umfari á Vallejo. 20 ára gamli Vallejo úr Spánia, leikti væl móti teimum tungu í toppinum, og hevði 50% skoru móti teimum fýra. Men hann tapti bæði síni talv móti Ponomariov, sum hevði eina svingandi kapping við einum fínum endaspurti.
Radjabov hevði tað torført, men síni hálvfimta stig eru á gongdari leið, og hevur hetta verið ein kærkomin roynd hjá honum millum leyvurnar. Hann kemur í søgubókina sum yngsti telvari, ið vinnur á hægst rataða telvaranum í heiminum.

Endaliga støðan:
Leko (2736)7/12,0
Kramnik (2807)7,0
Kasparov (28476,5
Anand (2753)6,5
Ponomv. (2734)5,5
Vallejo (2629)5,0
Radjabov (2624)4,5

FM í Havn
Á www.faroechess.com eru allir upplýsingar um komandi FM fyri einstaklingar á páskum. Kappingin verður leikt í Læraraskúlanum í døgunum 12-19. apríl. Havnar Telvingarfelag varð stovnað í 1923, og talan er tí um eina serliga 80 ára-jubileumskapping. Landsliðsbólkurin verður annarleiðis skipaður í ár. Seks útlendskir tittulhaldarar, umframt sum vant tíggju føroyingar, verða í bólkinum, soleiðis at IM-norm møguleikar eru hjá føroyingum. Sekstan telvarar og ellivu umfør. Besti føroyingur verður kosin føroyameistari.
Umframt landsliðsbólkin, verður ein 1. bólkur við tíggju telvarum, ein opin 2. bólkur, unglingabólkur og ein eldrabólkur.
Meir um tiltakið á faroechess, har tað eisini er møguligt at tekna seg on-line.