- Støðan her heima hjá okkum er jú, at vit eisini eru rakt av teirri fíggjar- og búskaparkreppu, sum herjar um allan heim, og vit síggja, at tað er eitt fall í eftirspurninginum, bæði innan- og uttanlands. Men samstundis síggja vit tað, at vinnan ger tað, sum hon eigtur at gera. Hon repar seglini eitt sindur, hugsar seg um og er eitt sindur varin, segði Marita Rasmussen.
Hon heldur eisini, at tað er neyðugt, at tað almenna eisini ger sína skyldu í hesum døgum og heldur virkseminum í gongd fyri at halda hjólunum malandi.
Í fyrilestrinum nam stjórin í Vinnuhúsinum við, at fleiri dømir seinastu tíðina eru um, at vinnuni eru álagdar eyka byrðar, og tað er ikki vegurin at ganga í hesum døgum.
- Eitt annað, sum vit eisini meta man skal vera varin við, er at seta skipanir í verk, sum eru við til at avlaga arbeiðsmarknaðin, segði Marita Rasmussen.
So í staðin fyri at avlaga eigur politiski myndugleikin at optimalisera so sum mest kann koma burtur úr.
Stjórin í Vinnuhúsinum mælir til, at almennar tænastur verða útveittar. Hon mælir til, at tað fer ein gjøgnumgongd fram yvir tænastur, sum kunnu útveitast, og at hetta síðani verður gjørt. Á tann hátt ber til at rationalisera hjá tí almenna.
- Tað átti at verið hugt at almennum útreiðslum í heila tikið, tí tær eru ógvuliga nógv vaksnar seinastu árini. Eisini átti tað almenna at gjørt íløgur nú, tá vit hava ein mangul upp á eftirspurning, og harvið stimbra eftirspurningin í Føroyum, segði Marita Rasmussen.
Til reiðar til uppsving
Stjórin í Vinnuhúsinum nam eisini við eitt annað eymt punkt, nevniliga sjómannafrádráttin.
- Hetta er ein serskipan sum ger, at tú fastheldur arbeiðsmegi í einum ávísum sektori, og vit sóu tað serliga væl, tá eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi var serliga stórur í Føroyum, at tað var sera torført hjá øðrum vinnum, eitt nú flakavinnuni og alivinnuni, at fáa skikkað starvsfólk, segði Marita Rasmussen.
Við skattalættanum eru umstøðurnar í fiskivinnuni nógv betri, og tískil er ikki jøvn kapping millum vinnugreinarnar um arbeiðsmegina. Men hóast stjórin í Vinnuhúsinum sostatt ynskir at fáa slíkar serskipanir avtiknar, so vísir hon á, at slíkt verður ikki gjørt yvir eina nátt.
- Vit mugu tillaga okkum framtíðina við at taka eina slíka serskipan av í stigum, tí vit mugu eisini ansa eftir ikki at taka grundarlagið undan einari vinnu, sum hevur tillagað seg tann veruleika, at skipanin finst,. So tað er av týdningi, at hon verður niðurlagað spakuliga, segði Marita Rasmussen.
Stjórin í Vinnuhúsinum nevndi eisini, at tað almenna eigur at bera so í bandi, at samfelagið er til reiðar at taka ímóti broyttu tíðunum, tá hesar gerast betri aftur.
- Tað hoyrist jú í fjølmiðlunum, at fólk hava trupulleikar við at fáa síni børn ansað, og vit hoyra um, at tey eldru ikki fáa pláss á røktarheimum. Vit hoyra um skúlar, sum eru niðurslitnir. Tá búskaparvøkstur verður aftur og uppsving verður í búskapinum, hevur tað týdning, at øll, sum kunnu, sleppa til arbeiðis aftur, uttan at tað skal vera ein trupulleiki at fáa børnini ansað og tey eldru passað, segði Marita Rasmussen.
Tað er tí av týdningi, at tað almenna setir nøkur arbeiði í gongd so samfelagið er til reiðar, tá uppgangstíðir aftur verða í búskapinum.