Fyrstu dystirnir í 13. umfari í Premier League vóru í gjár. Eitt óvæntað úrslit var á veg í Manchester, har uppflytararnir úr Fulham vóru um reppið at vinna sær eitt stig, men tað glapp í yvirtíðini.
Manchester City fekk annars eina góða byrjan, tá avloysarin hjá Erling B. Haaland, Julian Alvarez, legði heimaliðið á odda. Løtu seinni kom vend í dystin, tá Joao Cancelo bleiv útvístur og Fulham fekk brotsspark, sum Andreas Pereira umsetti til mál
Í seinna hálvleiki bleiv Erling B. Haaland sendur á vøllin og tað gekk bara eina løta, so skoraði hann, men málið bleiv kolldømt fyri rangstøðu. Nú sá út til, at Fulham fór við einum stigi, men í yvirtíðini gjørdi Kevin De Bruyne ríkiligt av, tá hann merkti eitt sindur av kontakt í brotsteiginum og tveitti seg.
Tað eru ymiskar meiningar um tað var brotsspark, men tað er nokk ongin ivi um at Kevin De Bruyne allar snildur fyri at fáa dómaran at bríksla fyri brotssparki fimm minuttir inn í yvirtíðini í eini støðu, sum var vandaleys. Nú var ongin rangstøða at bjarga Fulham, tá norska heimsstjørnan umsetti úr ellivu metrum til 2-1.
Leeds united var aftanfyri 3-1, men endaði við at vinna 4-3 á AFC Bournemouth. Leicester vann eitt sindur sannførandi á Everton í Liverpool, kreppan í Wolverhampton heldur fram eftir eitt 3-2 tap móti Brighton og Brentford tveitti sigurin móti endanum í dystinum móti Nottingham Forest.
Premier League 13. umfar:
Leygardagin:
Wolverhampton – Brighton 2-3
Nottingham – Brentford 2-2
Manchester City – Fulham 2-1
Leeds – AFC Bournemouth 4-3
Everton – Leicester 0-2
Sunnudagin:
Chelsea – Arsenal (12.00)
Aston Villa – Manchester United (14.00)
Southampton – Newcastle (14.00)
West Ham – Crystal Palace (14.00)
Tottenham – Liverpool (16.30)
1 | Manchester City | 13 | 10 | 2 | 1 | 39:12 | 32 |
2 | Arsenal | 12 | 10 | 1 | 1 | 30:11 | 31 |
3 | Tottenham | 13 | 8 | 2 | 3 | 26:16 | 26 |
4 | Newcastle | 13 | 6 | 6 | 1 | 24:10 | 24 |
5 | Manchester Utd | 12 | 7 | 2 | 3 | 17:16 | 23 |
6 | Brighton | 13 | 6 | 3 | 4 | 22:17 | 21 |
7 | Chelsea | 12 | 6 | 3 | 3 | 17:15 | 21 |
8 | Fulham | 14 | 5 | 4 | 5 | 23:24 | 19 |
9 | Liverpool | 12 | 4 | 4 | 4 | 23:15 | 16 |
10 | Brentford | 14 | 3 | 7 | 4 | 21:24 | 16 |
11 | Crystal Palace | 12 | 4 | 4 | 4 | 13:16 | 16 |
12 | Leeds | 13 | 4 | 3 | 6 | 19:22 | 15 |
13 | Leicester | 14 | 4 | 2 | 8 | 23:25 | 14 |
14 | West Ham | 13 | 4 | 2 | 7 | 11:13 | 14 |
15 | Everton | 14 | 3 | 5 | 6 | 11:14 | 14 |
16 | Bournemouth | 14 | 3 | 4 | 7 | 15:32 | 13 |
17 | Aston Villa | 13 | 3 | 3 | 7 | 11:20 | 12 |
18 | Southampton | 13 | 3 | 3 | 7 | 11:20 | 12 |
19 | Wolves | 14 | 2 | 4 | 8 | 8:22 | 10 |
20 | Nottingham F. | 14 | 2 | 4 | 8 | 10:30 | 10 |