Tvey 11. september-offur eyðmerkt aftrat

- Vit vóna, at nýggju eyðmerkingarnar kunnu geva familjunum, sum varða av hesum offrunum, eitt slag av troyst, sigur borgarstjórin í New York, Eric Adams.

Ein maður og ein kvinna, sum lótu lív undir herviligu yvirgangsatsóknini móti World Trade Center í New York hin 11. september í 2001, eru nú eyðmerkt við dna-greining.

 

Familjurnar hava gjørt av ikki at upplýsa, hvørji hesi fólkini vóru.

 

Hetta merkir, siga myndugleikarnir í New York, at lík og leivdir av tilsamans 1649 fólkum nú eru eyðmerkt. Tilsamans 2753 fólk lótu lív í yvirgangsatsóknini í New York, sum yvirgangsfelagsskapurin, al-Qaida, stóð aftanfyri.

 

Tað vóru tvey ferðafólkaflogfør, ið al-Qaida hevði rænt, sum vórðu flogin inn í háhúsini í New York. 

 

- Vit vóna, at hesar nýggju eyðmerkingar kunnu geva familjunum, sum varða av hesum offrunum, eitt slag av troyst, sigur borgarstjórin í New York, Eric Adams.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at framvegis eru 1104 offur ikki eyðmerkt.

 

##med2##

 

- Tilsamans 2977 fólk lótu lív í yvirgangsatsóknini móti USA hin 11. september í 2001.

 

Aftrat álopinum á World Trade Center, rendi eitt triðja flogfar inn í høvuðsstøðina hjá amerikanska verjumálaráðnum, Pentagon, og eitt fjórða flogfar rendi í vøllin í Shanksville í Pennsylvania.

 

Á myndini ovast arbeiða sløkkiliðsfólk á staðnum, har World Trade Center-tornini rapaðu saman.