Tvey ára gomul genta doyði í loftálop nærindis Dnipro

Fleiri fólk lógu undir húsaleivdum, eftir at ein spreinging nærindis Dnipro fekk ein bygning at rapa

 

Bjargingarfólk hála ein mann undan húsaleivdum í útjaðaranum av Dnipro miðskeiðis í Ukraina. - Foto: State Emergency Service Of Ukrai/Reuters

Ein tvey ára gomul genta er deyð, og 21 onnur eru særd, eftir eitt loftálop í gjár rakti ein bygning í tveium hæddum nærindis ukrainska býin Dnipro.

Tað upplýsa embætisfólk í dag.

Umframt íbúðarbygningin vóru eisini privat heim, ein handil og ein gassleiðing løgd í oyði í álopinum.

Tað upplýsir guvernørurin í økinum, Serhij Lysak, á boðtænastuni Telegram í morgun sambært tíðindastovuni AFP.

– Í nátt var líkið av eini gentu funnið undir leivdunum av einum húsum í bygdini Pidhorodne. Hon hevði júst fylt tvey ár, skrivar hann.

Í nátt upplýsti guvernørurin, at fimm børn eru millum tey særdu. Tríggir dreingir hava fingið álvarsligan skaða og liggja á sjúkrahúsi.

Miðlar á staðnum skrivar sambært tíðindastovuni Reuters, at bjargingarfólk hava funnið fýra fólk undir leivdunum í Pidhrodne.

Sambært boðum á sosialum miðlum var tað ein russisk rakett, sum var orsøkin til spreingingina. Helst er ein bygningur, sum ukrainska bjargingartænastan eigur, eisini raktur.

Ukrainski herurin hevur ikki váttað, at talan var um eitt rakettálop.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, upplýsir á Telegram, at spreingingin hendi millum tveir íbúðarbygningar.

– Tíverri eru fólk undir húsaleivdunum, skrivaði hann í nátt sambært Reuters.

– Aftur prógvar tað, st Russland er eitt yvirgangsland, legði hann afturat.

Myndir á sosialu miðlunum vísa bjargingarfólk, sum arbeiða við ein knústan bygning millum húsaleivdir.

Russland vísir aftur, at landsins herur fer málrættað eftir sivilum.

Fyrr leygardagin doyðu tvey fólk í einum ukrainskum álopi á býin Sjebekino í russiska Belgorod-økinum, sum er við ukrainska markið.

Tað førdi til, at fleiri hundrað børn vóru flutt burtur úr økinum nærindis markinum.

Tað segði guvernørurin í Belgorod, Vjatjeslav Gladkov.

– Børnini í Sjebekino er ógvuliga stúrin fyri heimbýi sínum, upplýsti Gladkov á Telegram eftir at hava flutt umleið 600 børn úr økinum Sjebekino og Hrajvoron.

Sambært guvernørinum hevur Sjebekino fleiri ferðir hesa vikuna verið fyri álopum.

/ritzau/

 

Bjargingarfólk hála ein mann undan húsaleivdum í útjaðaranum av Dnipro miðskeiðis í Ukraina. - Foto: State Emergency Service Of Ukrai/Reuters