Tvey børn doyðu eftir álop á russiskan bý

Í einum ukrainskum dronuálopi á eini hús í russiskum marknabýi í dag doyðu fimm fólk. Tvey teirra vóru smábørn.

Her síggjast sløkkiliðsfólk royna at sløkkja eld, eftir at loftverjan skeyt niður eina illgrunasama ukrainska dronu í Kursk-økinum í apríl. Í dag doyðu fimm fólk eftir eitt dronuálop á eina bygd í sama øki. - Mynd: Gyvernørurin í Kursk, Roman Starovoyt

Tað upplýsir guvernørurin í Kursk-økinum, Alexei Smirnov, á sosiala pallinum Telegram.

- Til okkara stóru sorg eru fimm fólk dripin. Íroknað tvey smábørn. Tveir aðrir familjulimir eru í álvarsligum vanda, stendur í fráboðanini.

Dronan rakti eitt hús í lítlu bygdini Gorodishche í Kursk-økinum, bert fáar metrar frá markinum til Ukraina.

Álopið varð framt við einum slagi av dronu, sum kann setast við granatum ella øðrum spreingievnum og sleppa á mark, legði guvernørurin afturat.

Bæði Russland og Ukraina hava brúkt dronur gjøgnum alt kríggið.

AFP