Tvey deyð í russiskum dronuálopi við markið til Moldova

Tvey sivilfólk eru deyð og trý onnur særd eftir eitt russiskt dronuálop á eitt marknaeftirlit millum Ukraina og Moldova í nátt.

Ukrainska loftverjan skýtur eina russiska dronu niður yvir Kyiv undir einum dronuálopi 30. august. Í nátt hava russiskar dronur eisini lopið á eitt marknaeftirlit millum Ukraina og Moldova, har tvey sivilfólk lótu lív. Sergei Supinsky/Ritzau Scanpix

Russiskar dronur raktu í nátt altjóða marknaeftirlitið Starokozache við markið millum Ukraina og Moldova.

 

Tað upplýsir ukrainska marknavaktin sambært Reuters og AFP.

 

Guvernørurin í økinum, Oleh Kiper, sigur, at tvey sivilfólk lótu lív, og trý onnur vórðu særd í álopinum. Ein stórur eldur kyknaði eisini, og marknaeftirlitið varð stongt eina tíð.

 

Samstundis vóru nýggj russisk álop á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv. Sambært ukrainsku bjargingartænastuni kyknaði eldur, men eingin hevur latið lív í álopunum í nátt.

 

Týsdagin varð Kyiv eisini álopin við russiskum dronum og rakettum. Tá lótu fimm fólk lív, og 35 vórðu særd. Minst 14 íbúðarbygningar umframt eitt studentabýli, ein skúli og fleiri goymslubygningar fingu skaða.

 

Ukraina: Hava rakt russisk herskip

 

Ukrainski herurin upplýsir í morgun, at Ukraina samstundis hevur lopið á russisk hernaðarfør í havnabýnum Novorossijsk við Svartahavið.

 

Robert Brovdi, sum stendur á odda fyri ukrainsku dronueindunum, sigur sambært Reuters, at talan er um russisk skip, sum kunnu bera rakettir. Hann upplýsir ikki, hvussu nógv skip skulu vera rakt.

 

Nýggju russisku álopini koma eftir ein steðg í álopunum á Kyiv í tríggjar dagar. Steðgurin var í sambandi við, at amerikansku sendimenninir Steve Witkoff og Jared Kushner um vikuskiftið vitjaðu bæði Kyiv og Moskva.

 

/Ritzau/

 

Ukrainska loftverjan skýtur eina russiska dronu niður yvir Kyiv undir einum dronuálopi 30. august. Í nátt hava russiskar dronur eisini lopið á eitt marknaeftirlit millum Ukraina og Moldova, har tvey sivilfólk lótu lív. Sergei Supinsky/Ritzau Scanpix