Eftir einar serstakliga væl eydnaðar oyggjaleikir eru kuffertini nú pakkað og flestu av føroyingunum í Gotlandi ferðabúnir. Í hesi løtu er helvtin av ferðalagnum á flogvøllinum í Visby og stutt eftir midnátt fer hin helvtin eisini avstað.
Millum annað hava føroysku ítróttarfólkini ikki færri enn 87 heiðursmerki í viðførinum, og er talan um 30 gull-, 27 silvur- og 30 bronsumerki. Framman fyri okkum er bara Manoyggin, ið vann 101 heiðursmerki, harav 39 gullmerki, og í hølunum á okkum eru Jersey, Guernsey og vertirnir í Gotlandi.
At oyggjaleikir hava verið og tískil eisini nógv útlendsk flogfør, hevur sett sín dám á flogvøllin í Visby, tí trýstið var ta einu løtuna so nógv, at flúgvarabensinið var um reppið at vera uppi. So nógv stóð á, at ta einu ferðina noyddist eitt innanríkisflogfar at millumlenda á Bromma-flogvøllinum í Stockholm.
Mikudagin komu fleiri tangabilar við flúgvarabensinið við ferjuni, og greitt er, at um vikuskiftið fer lítli flogvøllurin í Visby at seta met, tí talan verður um næstan 200 komur og fráferðir um vikuskiftið, og tilsamans er talan um umleið 10.000 ferðafólk, ið skulu avgreiðast.