Tvey fólk doyðu í Grønlandi mánadagin

Ein persónur doyði í einari jolllu, og ein datt niður í eina djúpa jøkulsprungu á innlandsísinum og hvarv í dýpinum.

Myndina eigur sjóverjan.

 

 

Mánadagin noyddist Grønlands Politi út til tvey bjargingarátøk.  Í tí eina førinum varð eitt fólk funnið á lívi og bjargað. Hetta átakið endaði væl. Ein annara persónur, sum var við á ferðini, er horvin.

 

Tað var mánadagin um 17-tíðina, at løgreglan fekk boðini um, at ein persónur var dottin niður í eina jøkulsprungu á innlandsísinum norðan fyri Kullorsuaq við Upernavik.

 

Sambært løgregluni var persónurin á einari kanningarferð eftir innlandsísinum úr Narsarsuaq til Qaanaaq.

 

- Ein tyrla fleyg bjargingarfólk og ein bjargara til staðið og var frammi um 22-tíðina. Bjargarin fór niður í sprunguna og fann horvna persónin á lívi og sletu hansara 25 metrar niðri.

 

Tveir persónar vóru við á somu kanningarferð, men tíverri eydnaðist bara at finna hin eina.

 

Løgreglan vísir á, at tá bjargarin hevði funnin annan persónin 25 metrar niðri í sprunguni, fór hann 15 metrar niður aftrat í einari roynd eisini at finna hin persónin.

 

Men, tíverri eydnaðist tað ikki.

 

Mett verður, at sprungan var so mikið djúp, at hóast roynt hevði verið at farið enn longur niður, hevði kortini ikki eydnast at funnið persónin. Tískil metti løgreglan, at her var eingin vón.

 

Um 18-tíðina mánakvøldið fekk Grønlands Politi eisini eina fráboðan um, at ein 45 ára gamal maður var funnin lívleysur í sínari jollu einar tríggjar fjórðingar sunnan fyri Uummannaq.

 

Løgreglan fór beinanvegin á staðið og staðfesti við komu, at eingi tekin vóru um, at nøkur brotsgerð varð framd, men at persónurin í jolluni var brádliga deyður.

 

- Við líksýni er eisini staðfest, at persónurin, sum var í jolluni, doyði brádliga av sjúku, sigur Grønlands Politi í tíðindaskrivi, sum Sermitsiaq endurgevur.

 

 

 

Myndina eigur sjóverjan.