Eivør, Teitur, Hanus G og SIC. Øll teljast millum okkara fremstu og bestu umboð fyri sína tónleikagrein og góvu hvør sína fløgu út í 2010. Eivør, Teitur og ikki minst SIC hava fingið nógv rós uttanlands fyri sínar útgávur, ummælari hjá Dimmalætting, Uni Leitisstein Hansen, hevur kosið fløguna hjá Hanusi G. Johansen millum bestu føroysku útgávurnar nakrantíð.
Men tá dómsnevndin hevði tikið sína avgerð og sms-atkvøðurnar taldar saman á Planet Awards, stóð útgávan hjá Terja & Føstufressum omanfyri allar hesar. Fleiri vóru bilsin, ikki minst høvuðspersónurin sjálvur.
- Eg gjørdist kløkkur av at vera millum tey tilnevndu. Vit hava fingið nógvar sera góðar fløgur í ár, og í fótbóltsverðini vildu tú sagt, at hetta var ein dynamittbólkur, eg var endaður í, helt Terji Rasmussen flennandi fyri, sum eisini gjørdi sítt til at vinna.
- Eg má viðganga, at eg atkvøddi upp á meg sjálvan tríggjar ferðir. Eg brúkti 30 krónur upp á tað, men tað er eitt sindur pínligt, um tað er tað, sum hevur gjørt meg til vinnara í kvøld, segði Terji Rasmussen við Rás2.
Undir øllum umstøðum gjørdist fløgan Tvey nummar eitt á ársins Planet Awards. Og sum so mong onnur, er Terji Rasmussen eisini fegin um hana.
- Vit kunnu allir standa fult inn fyri henni. Vit hildu, at tað helst fór at taka eitt sindur av tíð, áðrenn hon kom inn undir húðina á fólki, men tað gongur eftir øllum at døma skjótari enn væntað, ásannaði Terji Rasmussen, sum sjálvur hevði ein annan favoritt til ársins fløgu.
- Skuldi eg sjálvur valt, heilt objektivt, so hevði valt Teitursa fløgu. Hon er fantastisk, segði Terji Rasmussen.