Tvey kór, tvær jólakonsertir og Petsi

Tórshavnar Manskór og kórið Eystanljóð samstarva enn einaferð um jólakonsertir, ið verða í Gøtu Kirkju og í Vesturkirkjuni.

Nú sunnudagin verða tvær jólakonsertir við Tórshavnar Manskóri og kórinum Eystanljóð og Petsi Tvørfoss.

Konsertirnar verða í Gøtu Kirkju kl. 16 og í Vesturkirkjuni kl. 19.30. Á konsertini í Gøtu kemur umframt omanfyrinevndu luttakarar eisini nýggja ungdómskórið hjá Gøtu Kirkju at luttaka..

Kórini fara fyrst og fremst at framføra føroysk og útlendsk jólaløg. Petsi fer at syngja solo saman við Manskórinum, og harumframt fer hon eisini at framføra nøkur løg sjálv. Petsi er ættað úr Gøtu og er útbúgvin á Jyska Musikkonservatoriinum.

Solistur hjá Eystanljóð verður Anna Maria Olsen og umframt kórsang, so fara vit eisini at hoyra Petur Johannesen spæla orgul.

Kórleiðari hjá Manskórininum er Bjarni Restorff, meðan kórið Eystanljóð verður stjórnað av Leif Hansen. Ungdómskórið í Gøtu Kirkju verður stjórnað av Símuni Hammer.