Tvey kvøld og tað var fast teirra millum

? Vit lovaðu hvørjum øðrum trúskap restina av lívinum, sjálvt um vit bara høvdu sæst í tvey kvøld.

Og tað gekk meir enn eitt ár, áðrenn vit sóust aftur. Men tað helt kortini, sigur funningsmaðurin,

Martin Juul, sum í 1953 flutti til Noregs við allari familiuni

? Eg kann ikki siga, at tað er nakað beinleiðis, eg sakni við Føroyum. Ein stórur partur av familiu míni er jú her, og tað eru tey, eg ynski at hava tætt hjá mær, sigur 89 ára gamli Martin Juul, sum hevur livað umleið helvtina av lívi sínum í Noregi.

Familian er ikki so lítil heldur. Martin eigur 10 børn, 29 abbabørn, 33 langabbabørn og 2 oldurabbabørn. Flestu teirra hava eitt pláss á vegginum í stovuni og óivað eisini í hjartanum hjá hesum føroyinginum, sum á ein hátt ikki hevur øðrvísi lívssøgu enn nógvir av hansara javnaldrum. Og tó, so er nakað serstakt har kortini.


Glaður at tosa føroyskt

Eg eri staddur inni í húsinum hjá Martini Juul í Lista í Suðurnoregi. Umframt myndirnar av familiuni prýða málningar av Funningi og av Risanum og Kellingini stovuna. Bøkurnar eru eisini nógvar, og innímillum eisini onkur føroysk. Í køkinum er tað vakra myndin av flaggdagshaldinum á Vaglinum, sum veitrar frá Føroya Myndakalendara. Tað kennist so heimligt.

Sum fleiri onnur funningsfólk hevur Martin longu nátt ein høgan aldur. Hann er frískur og ber seg væl. Alt tað dagliga í húsinum ger hann sjálvur, men fær hjálp frá eini dóttir at dustsúgva. Tað einasta sum kann síggjast á aldrinum er, at hann gongur eitt sindur framyvirboygdur, og at hoyrnin er byrjað at fara. Minnið er gott sum hjá fáum.

Tað merkist týðiliga, at Martin er glaður fyri at tosað føroyskt.

? Onkur hevur spurt meg um eg ikki havi gloymt føroyskt, men eg svari teimum, at tað geri eg ongantíð, sigur Martin.

Málið er reint og flótandi. Tó hoyrist tað, at persónurin hevur búð uttanlands í nógv ár, og viðhvørt fer hann yvir í norskt ? uttan at hugsa um tað.


»Jul« gjørdist »Juul«

Martin er uppvaksin í Andrasstovu í Funningi. Pápin, Heindrik, var ættaður úr Funningi, meðan mamman, Birita, kom úr Svínáum.

? Í grundini kom eg at læra nógv meir um familjuna, tá ið eg var heima í Føroyum síðsta summar. Eg vitjaði eitt systkjunnabarn, sum hevði gingið til ættargransking. Frá henni fekk eg at vita um fleiri av mínum ættarfedrum heilt aftur í 1700-talið.

Martin er spentur at siga frá. Hann fer inn í kamarið og eftir lítlari løtu hevur hann funnið fram pappírini. Eg fái at hoyra søguna hjá onkrum av ættarfedrunum.

Eftirnavnið hevur eisini sína søgu. Thomsen er annars tað gamla eftirnavnið, og tað eru fleiri, sum bera hetta eftirnavnið í familiuni ? serliga í Havn. Men so var tað ein av mínum ættarfedrunum sum vildi hava »Jul« inn. Hetta góðtók presturin ikki. Hetta líktist ov nógv orðinum fyri tí stóru kristnu hátíðina, og hann segði, at tað mátti skrivast øðrvísi. Kanska við at seta bókstavin »h« inn so tað bleiv til »Juhl«. Hetta gjørdist ikki loysnin, men ístaðin var trupulleikin loystur við at seta inn eitt »u« afturat, og bleiv tað harvið Juul. Thomsen-navnið er síðani gliðið út.


Undirvísti

sum 12 ára gamal

Martin gekk sjey ár í skúla. Fyrsta árið var Hans Olav Hansen úr Havn lærari, meðan hini seks árini undirvísti Eliesar Reinberg. Lærarin var annars eina viku í Funningi og eina í Gjógv uppá skift.

Sjálvur sigur Martin, at hann lærdi væl í skúlanum, og at hann mundi vera millum teir dugnaligastu næmingunum. Hetta mundi Reinberg eisini hava lagt til merkis, tí einaferð hann ikki kundi koma í skúla, hevði hann sagt, at Martin skuldi taka undirvísingina tann dagin. Martin var tá 12 ára gamal.


Hús fyri 6.600 krónur

Sum teir flestu dreingirnir tá á døgum, fór Martin til skips eftir skúlan. Hann sigldi eitt ár við Skúgvanum. Seinni gjørdist hann messudrongur við gamla Smyrli, sum sigldi millum oyggjarnar. Lønin var 30 krónur um mánaðin, sigur Martin og smílist. Ein króna um dagin. Ja, hugsa tær.

Ein av mansskapinum á Smyrli skaffaði Martini pláss á skipskokkaskúla í Keypmannahavn, og har var hann eitt ár. Komin heimaftur fekk hann kjans við fuglfjarðasluppini Cementa, har hann mynstraði sum kokkur í tvey ár.

Eg gjørdist illa sjúkur hesa tíðina. Tað var nakað við blintarminum, og eg legðist uppá land. Eg royndi meg í fiskaarbeiði í Gøtu, og eisini við matvøruhandli í Funningi.

Matvøruhandilin í Funningi hevði Martin tó bara í eitt ár. Hann kom til Havnar, og her hitti hann Miu, sum seinni gjørdist kona hansara.

Vit vóru javngomul. Mia var bara eina viku yngri enn eg. Vit giftust í 1931, og tá var eg 23 ára gamal. Eg minnist, at húsini eg bygdi í Tróndargøtu kostaðu 6.600 krónur, sigur Martin og lær.


Í Frelsunarherinum

Martin hevði tó verið í Havn áður, og tá hevði hann verið við til okkurt ungdómsmøti hjá Frelsunarherinum, sum júst tá vóru komin til Føroyar. Møtini vórðu hildin í hølinum hjá Losjuni.

Eftir eitt møti spurdi ein av offiserinum meg, um eg var frelstur. Eg segði, at tað visti eg ikki. Vit tosaðu og bóðu saman. Tá eg fekk spurningin, hvønn doyði Jesus fyri, segði eg, at tað var fyri syndarar. Tá gekk tað knappliga upp fyri mær, at tað vil siga: Fyri meg. Hann hevði býtt um pláss við meg. Tá ið hetta gjørdist klárt fyri mær, kundi eg takka Gudi fyri frelsuna.

Hetta var tann 8. desember 1924. Eg var tá 16 ára gamal, og frá tí degi havi eg roknað meg sum ein persónliga kristnan.

Martin gjørdis soldátur í Frelsunarherinum ? ein sera virkin soldátur. Í samfull 25 ár hevði hann ábyrgd fyri sunnudagsskúlaarbeiðinum, og var hann eisini høvuðsmaður aftanfyri ungdómsarbeiðið Frelsunarhersins í mong ár.


Einsamallur

við fimm børnum

Hjúnalagið við Miu gjørdist ikki langt. Ikki meir enn 11 ár. Tá ið konan hevði føtt honum tað fimta barnið í 1942, fekk hon blóðstúrting og blóðtøpp og doyði.

? Hetta var ein dyggur smeitur bæði hjá mær og hjá børnunum. Elsta barnið var 10 ár, meðan tað yngsta ikki var meir enn tríggjar vikur.

Eg havi gingið gjøgnum nógv í lívinum. M.a. misti eg mammu mína, tá ið eg bara var 12 ár, so eg kenni nakað til støðuna, børnini vóru í.

? Men eg má kortini siga, at Gud hevur verið góður við meg. Hann hevur leitt meg eisini í teimum truplu tíðunum.

Martin kendi nógvar hjálpandi hendur uttanum seg hesa tíðina. Tvey av børnunum hevði Martin hjá sær, meðan hini trý tóku onnur sær av. Ein systir og ein bróðir Martins tóku sær av hvør sínum barni, og ein granni tók eitt triðja. Martin fekk sær eisini eina tænastugentu í húsið at hjálpa við húsarhaldinum.


Handilsferð

endaði í Egersund

Martin hevði lært til bakara og arbeitt í fleiri ár hjá Frans Restorff. Men kríggið gjørdi, at ikki var nógv at vinna í hesum yrkinum. Meir var at fáa við at selja til bresku hermenninar. Martin byrjaði tí at selja ymiskt á kajuni, og seinni fekk hann sær eisini handil á Áarvegnum, har hann m.a. seldi klæðir og kosmetikk.

Martin hevði mest havt samband við handilsmenn í Onglandi, men tá ið kríggið endaði í 1945, vildi hann fáa handilssamband við Danmark og fór tí á heysti sama ár til til flatlandið. Hann gjørdi síni ørindi í Danmark, men á veg aftur til Føroyar fekk skipið maskintrupulleikar og mátti leggja upp í Egersund í Noregi. Hendan vikan teir lógu inni í Egersund, kom at hava avgerandi týdning fyri restina av lívinum hjá Martini.


Lovaðu trúskap

eftir tveimum kvøldum

Eg fekk samband við Frelsunarherin í Egersund. Eisini var eg við til nøkur møti í Stavanger.

Mikudag fingu vit at vita, at um tveir dagar fór skipið av vera klárt aftur at sigla. Tey í Frelsunarherinum í Egersund skipaðu tí í skundi fyri eini veitslu, sum var serliga ætlað okkum føroyingum. Eg hevði sagt ja at enda.

Veitslan gekk sína gongd, og eg skuldi upp at enda. Fyrsta eg geri er at syngja sangin »Jesus tað einasta«.

Nakað aftaná segði gentan, sum seinni gjørdist kona mín, at tað var eins og hoyrdi hon eina rødd siga við seg hesa løtuna, at hann sum syngur har, hann skalt tú gifta teg við.

Eg hevði eisini lagt merki til hesa gentuna. Eftir veistluna var tað eins og øll fóru í hvør sín ætt, og vit stóðu einsamøll eftir og tosaðu. Hon var ógvuliga fitt at práta við, og eg segði henni mína støðu, at eg var einkjumaður.

Kvøldið eftir hittust vit aftur, og vit tosaðu saman til tað var komið út á náttina. Her lovaðu vit hvørjum øðrum trúskap restina av lívinum.


Til Føroyar at giftast

Morgunin eftir sigldi Martin heim til Føroyar, meðan gentan, sum hann hevði lovað trúskap, Amanda, var eftir í Noregi. Beinavegin Martin var komin heim, fór hann at skriva brøv. Og postmaðurin í Havn hevði eisini úr at gera við at bera Martini brøv úr Noregi.

Tað gekk gott eitt ár við brævaskifti, og 8. desember 1946 setti Amanda á fyrsta sinni sín fót á føroyska jørð til reiðar at giftast við Martini.

Fleiri av systkjum og vinum hennara hildu hana vera heilt øra. At flyta til eitt heilt annað land og giftast við einum, hon bara hevði sæð tvey kvøld. Men hon lurtaði ikki eftir teimum, tíbetur.

Brúdleypið varð tó ikki við tað sama. Fyrst mátti arvurin til børnini, sum Martin átti, gerast upp. Børnini vóru ikki myndug enn, og tí var peningurin settur inn á bók í bankan. Brúdleypið stóð 6. februar 1947.

? Amanda dugdi sera væl at taka sær av børnunum. Hon gjørdi als ikki mun á børnunum, sum eg átti í fyrru giftu, og so tey børnini, vit fingu saman. Øll vóru uppdrigin á sama hátt og eisini nú, nógv ár aftaná hava vit sera gott samband í familiuni.

Tey sjey árini, Amanda var í Føroyum, kom hon at skilja alt føroyskt. Men at tosa málið, lærdi hon ongantíð.


Bakaði til hann var

78 ára gamal

Martin helt áfram við at reka handil á Áarvegnum, men tíðirnar gjørdust so vánaligar síðst í fýratiárunum og fyrst í fimtiárunum, at ikki var nógv at liva av. Tey komu tí á tankan at flyta til Noregs og royna um møguleikarnir ikki vóru betri har.

Á sumri í 1953 flutti familjan, sum nú var vaksin við trimum børnum afturat, til Bjerkreim, haðani Amanda var ættað. Martin mátti fyrst gera upp í handlinum, og kom yvir til jóla. Hann mátti tó gera eina ferð aftur til Føroya í 1954 at fáa tað endaliga avgreitt við handlinum.

Martin søkti arbeiði sum bakari og fekk starv í Odda, sum liggur tveir ? tríggjar tímar við bili frá Bergen. Her arbeiddi Martin í góð tvey ár, til hann í 1957 leigaði bakaríð hjá kenda norska sangevangelistinum, Arne Anno í Sauda. Sauda liggur umleið ein tíma sunnanfyri Odda.

Í Sauda var familian í fimm ár, til tey búsettust í Lista við Farsund, ikki langt frá Lindesnes. Her hava tey búð síðani.

Martin bakaði, meðan konan ansaði handilin. Onkuntíð hevur Martin havt onkran svein at hjálpt sær, og tá tað hevur verið eitt størri bakarí, hava teir verið fleiri bakarar.

At Martin hevur dámt væl sítt starv, vísir ikki minst hansara ágrýtni. Ikki fyrr enn hann var komin 11 ár uppum vanligan pensiónsaldur, steðgaði hann. Og tá var tað enntá læknin, sum mátti steðga honum. Hann hevði tá fingið »hjartainfarkt«.


Fekk sær lúr

á mjølsekki

Bakarastarvið er eitt strævið arbeiði. Mitt í viku plagdi Martin at byrja kl. 4 á nátt og leygarnátt kl. 3.

So hava tygum óivað farið tíðliga í song?

? Nei, eg legði meg ikki so øgiliga tíðliga. Eg mátti jú hava møtið við, og tí varð tað ikki fyrr enn aftaná ? umleið klokkan 22.

Men hevur tað ikki verið strævið altíð at fara upp á hálvari nátt?

? Í grundini trongdi eg ikki so nógvan svøvn. Tá ið eg onkutíð merkti, at eg var troyttur, legði eg meg á ein mjølsekk á gólvinum. Eg sovnaði beinavegin, men vaknaði eisini aftur eftir tíggju minuttum, um eg skuldi taka breyðini úr ovninum tá. Tað var als ikki neyðugt at hava nakran vekjara. Eg vaknaði, tí eg visti, at eg skuldi gera nakað. Hetta kann eg eisini gera tann dag í dag.

Eftir eitt langt arbeiðslív, hevur Martin kortini ikki givist heilt við arbeiðinum. Ein fittan part av roknskapinum hjá bakarínum, har hann arbeiddi sum bakari tey síðstu árini, hevur hann enn á hondum, og rokningar sendir hann regluliga út. Hetta gevur eitt íkast til pensjónina, sigur hann.



Virkin innan ymsar missiónsfelagsskapir

Eg eri vorðin meir einsamallur síðani konan doyði fyri tveimum árum síðani, men eg havi altíð okkurt at takast við kortini. Eg skal halda hús og nýti eisini tíð at lesa. Serliga er tað í Bíbliuni, eg lesi. Í hvussu er eini tveir-tríggjar kapitlar hvønn dag. Annars tey ymisku missiónsbløðini og eitt sindur av øðrum eisini.

Meðan Martin búði í Føroyum, var hann bara virksamur innan Frelsunnarherin. Í Noregi var hann eisini fyrstu tíðina virksamur innan Frelsunarherin, men tá ið hann kom til Lista, var tað so langt at ferðast til møtisalin hjá Frelsunarherinum, og Martin byrjaði at koma til aðrar missiónsfelagsskapir.

Her í Noregi havi eg verið mest virkin innan Heimamissiónina. Men eg havi eisini verið nógv brúktur sum talari innan Vestlandsku Heimamissiónina, í Missiónssambandinum og hjá øðrum eisini. Eisini eri eg limur í Ísraelsmissiónini. Eg standi kortini enn sum soldátur hjá Frelsunarherinum.

Heldur ikki innan missiónsøkið er Martin steðgaður at arbeiða. Bara fyri nøkrum fáum vikum síðani luttók hann á eini páskalegu og talaði tað eina kvøldið. Og framyvir er eisini okkurt møti á skránni.


Gudsorð

í dagligdegnum

Nú er tað mest í nærumhvørvinum, at Martin talar gudsorð. Hann hevur annars verið í hvørjum einasta missiónshúsi í umráðnum ? og tey eru rættiliga nógv í tali. Hann hevur eisini sitið sum formaður í tveimum ymiskum missiónshúsum ? 10 ár í hvørjum, umframt at hann hevur staðið fyri sunnudagsskúlaarbeiði.

Eisini í dagligdegnum er Martin vakin at bera eitt orð um Jesus.

Tað var ein eldri maður her í grannalagnum, sum einki vildi hava við Guds orð at gera. Ein dagin vit tosaðu saman, helt eg kortini, at eg skuldi siga eitt gudsorð til hansara. Tað var orðið: »Tí at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal vera frelstur«. Aftaná tók hann meg í hondina og takkaði. Tveir dagar seinni var hann funnin deyður í seingini, og mær var sagt, at hann lá við samanløgdum hondum. Tá gjørdist eg glaður, at eg hevði borið honum eitt gudsorð.

Síðani Martin kom til Noregs, hevur hann bara tríggjar ferðir verið aftur í Føroyum.

Tá familian er so stór hevur verið dýrt at ferðast, og tí eru ferðirnar ikki vorðnar so mangar. Men tá ið eg havi verið í Føroyum havi eg altíð vitjað í Havn og í Funningi. Funningur er so nógv vaksin nú. Øðrvísi er við Gjógv, hon er minka niður í einki, og nú er ikki ein gong eitt skúlabarn í bygdini. Tá eg var smádrongur í Funningi var næstan øvugt. Tá var tað Gjógv, sum vaks.

Tvey av børnunum hjá Martini búgva eisini í Føroyum. Tað eru Maja Petersen í Froðba, og Herdis Festirstein á Eiði.

Tey flestu av børnunum hjá Martini eru annars í Noregi. Onkur er tó í Danmark. Børnini eru røsk at vitja pápan, men tað er sjáldan at øll eru saman. Fyri trimum árum síðani eydnaðist tað kortini, og tá varð familiumynd tikin.

Eg veit ikki enn, hvussu tað verður 21. november, tá ið eg havi níti ára føðingardag. Fleiri av børnunum hava sagt, at tey vilja koma, so tað verður stuttligt at síggja hvussu verður, sigur ein blíður og kátur Martin.