Í dag veit tíðindastovan, Reuters, at siga, at tvey lík eru funnin í marglætisbátinum, sum sakk út fyri Palermo á Sisilia tíðliga fyrramorgunin.
Kavarar hava verið niðri á bátinum, sum liggur við havsins botn, og her hava teir nú funnið líkini av tveimum av teimum, sum vóru við bátinum.
Tilsamans 22 fólk vóru í stóra frítíðarbátinum. Eftir skipsbrotið vórðu 15 fólk bjargað, og sjey vóru saknað. Seinni varð kokkurin, sum var við bátinum, funnin á sjónum.
Nú veit so tíðindastovan, Reuters, at siga, at tvey lík eru funnin aftrat, og sum skilst eru tey funnin í sokna bátinum.
Sagt hevur verið, at ein av teimum, sum læt lív í bátsvanlukkuni, er milliarderurin og stovnarin av bretsku Tech-fyritøkuni, Mike Lynch og 18 ára gamla dóttir hansara.
Lesið eisini -
https://www.in.fo/news-detail/millum-tey-saknadu-er-bretski-tech-stovnarin
https://www.in.fo/news-detail/likid-er-av-skipskokkinum
##med2##