Tvey mál í føðingardagsgávu

1. DEILD: Á 19 ára føðingardegnum var Ragnar Weihe tvífaldur málskjútti, tá ið 07 Vestur vann trivaligan heimasigur ímóti FC Hoyvík

Eftir laka byrjan er tað av álvara gloppið hjá 07 Vestur.

Í góðveðrinum á Dungasandi í kvøld fóru heimamenninir fyri triðju ferð á rað av vøllinum við fullari úrtøku.

07 Vestur vann 3-0 ímóti FC Hoyvík. Hálvleiksstøðan var 1-0.

Predgrad Jeremic legði heimaliðið framum í sætta minutti, tá ið hann setti bóltin framvið Peturi Meinhard Magnussen í FC Hoyvík málinum. Uppleggið átti Gilli Samuelsen.

07 Vestur hevði nógvar góðar støður og møguleikar og royndir ímóti málinum, men tað eydnaðist ikki undan steðginum at økja um leiðsluna.

Tað eydnaðist tvær ferðir í seinna hálvleiki. Í báðum førum var Ragnar Weihe málskjútti. Hann er føddur 16. juni og hevur 19 ára føðingardag ídag.

Ein tími var farin, tá ið Ragnar Weihe økti til 2-0, og níggju minuttir seinni økti hann til 3-0.

Sigurin í kvøld ber við sær, at 07 Vestur hevur 12 stig – sama stigatal sum HB og B36.

FC Hoyvík er næstniðast við fimm stigum.

Í níggjunda umfari skal 07 Vestur spæla á útivølli ímóti NSÍ, og FC Hoyvík fær vitjan av HB.