Jónas hevur nógvar eginleikar, sum kunnu vera við til at gera hann til 1. liðsspælara í næstbestu og kanska bestu deildini í Danmark. Men tað er tey bæði næstu árini, at hann skal sannføra venjaran og felagið um, at tað er dugur í honum.
Tað sigur Ebbe Skovdal, Frem venjarin, sum er ein tann royndasti og hollasti í Danmark, tá ið hann verður spurdur um føroyska spælaran, sum Frem nú hevur skrivað tvey ára sáttmála við.
- Tað er nógv eftir hjá Jónasi at læra. Hann hevur verið við í tveimum teimum fyrstu venjingardystunum, og hann hevur verið óførur. Vandin hjá ungu spælarunum er, at teir gerast so spentir, at teir gloyma at vera nóg skilagóðir, men tað hevur ikki bilað hjá honum higartil.
Roknar tú við, at Jónas fer at fáa møguleikan, tá ið tað seinni í ár verður álvari í landskappingini?
- Tað fáa vit at síggja, og tað valdast eitt nú um, hvussu støðan verður hjá teimum, sum hann kappast við. At vit hava flutt hann upp í 25 manna 1. liðs hópin sigur, at vit vóna, at hann kann menna seg til at spæla á besta liðnum. Sjey unglingaspælarar fluttu upp, og hinir seks venja við Danmarksseriuni. Vit ætla at geva Jónasi alla ta hjálp og allan tann stuðul, sum hann hevur fyri neyðini. So fer tíðin at vísa, hvussu tað fer at vignast hjá honum, sigur Ebbe Skovdal.