Fleiri føroyingar hava hetta vikuskiftið kappast í Reykjavík International Games (RIG18). Teirra millum vóru fimm føroyskir bogaskjúttar.
Bogaskjótisamband Føroya hevur sent okkum hesa frágreiðingina frá vikuskiftinum.
Innleiðandi umfarið (2 x 30 pílar) bleiv skotið leygardagin 3. februar.
Hjá compound monnum vóru í alt 8 skjúttar, og bleiv Jógvan Niclasen nummar eitt við (291+288) = 579 stigum.
Hjá compound kvinnum vóru tað í alt 7 skjúttar, og endaði Rakul Dam á einum sætta plássi við (274+258) = 532 stigum.
Hjá recurve monnum vóru tað í alt 11 skjúttar, og høvdu vit tveir skjúttar í hesum bólki, Eggaba Andreasen bleiv nummar tvey við (273+270) = 543 stigum og Michael Feldballe bleiv nummar sjey við (235+235) = 470 stigum.
Hjá recurve kvinnum vóru tað í alt seks skjúttar, og endaði Jastrid M. Jensen á einum fimta plássi við (246+232) = 478 stigum.
Finalurnar blivu allar skotnar sunnudagin 4. februar.
Compound menn:
Fyrsti dysturin var millum Jógvan og Nói Barkarson (ISL), her vann Jógvan við 144 móti 133 stigum.
Í semifinaluni møttust Jógvan og Alfreð Birgisson, aftur her var Jógvan frammanfyri og vann dystin 139 – 136.
Gullfinalan var spennandi og sera jøvn, Jógvan og Carl Johan Bengtsson (SWE) fingu báðir 140 stig og máttu avgera dystin við shoot-off. Eisini her var sera tætt, men var pílurin hjá Carl Johan nærmari miðjuni og vann hann dystin. Jógvan fekk tí annað pláss og silvur.
1. Carl Johan Bengtsson (SWE)
2. Jógvan Niclasen (FO)
3. Alfreð Birgisson (ISL)
4. Arnar Sveinsson (ISL)
Compound kvinnur:
Í dystinum møttist Rakul og Eowyn Marie, dysturin gekk gott men var Rakul ov stutt. Eowyn Marie vann við 142 móti 129 stigum.
1. Helga Kolbrún Magnúsdóttir (ISL)
2. Sherry Gale (AUS)
3. Eowyn Marie A. Mamalias (ISL)
4. Ewa Ploszaj (ISL)
Recurve menn:
Tað gekk gott hjá okkara skjúttum. Michael vann sín fyrsta dyst móti Alfreð Birgisson, dysturin endaði 6 – 0.
Síðani møttust Michael og Eggaba í næsta dystinum, tað var tætt millum teir, og endaði dysturin 3 – 7.
Í semifinaluni var dysturin millum Eggaba og Ingólfur Rafn Jónsson, her vann Eggaba 6 – 4, og endaði sostatt í finaluni móti Sigurjón Atli Sigurðsson, men her var Eggaba ov stuttur og endaði dysturin hjá teimum 0 – 6, og endaði Eggaba tí á øðrum plássi og vann silvur.
1. Sigurjón Atli Sigurðsson (SWE)
2. Eggaba Andreasen (FO)
3. Ragnar Thor Hafsteinsson (ISL)
4. Ingólfur Rafn Jónsson (ISL)
Recurve kvinnur:
Jastrid vann sín fyrsta dyst móti Sigríður Sigurðardóttir 7 – 3. Í semifinaluni møttust Jastrid og Astrid Daxböck (ISL), dysturin endaði 4 – 7 til Astrid.
Í bronsufinaluni var jøvn kapping millum Jastrid og Armelle Decauilne (FR), dusturin endaði 5 – 5 og mátti avgerast við Shoot-off, báðar fingu ein 9’ara, men var pílurin hjá Armelle nærmari miðjuni og endaði Jastrid sostatt á einum 4. plássi.
1. Kelea Quinn (GER)
2. Astrid Daxböck (ISL)
3. Armelle Decauline (FR)
4. Jastrid M Jensen (FO)
Skjúttarnir eru væl nøgdir vit kappingina, har vit alt í alt fingið tvey silvur heiðursmerki. Skjúttarnir koma aftur til føroya seinnapartin í dag.
Næsta kapping verður í hølinum hjá Vágaskot í Miðvági vikuskifti 10 – 11 feb.