Tvey sjálvmál hjálptu Blackburn

Málríkasti dysturin hetta umfarið var í Blackburn, har Manchester City tapti 4-2. Og tað var við óvanliga góðari hjálp frá verjuspælarunum, at nógvu málini vórðu skotin. Nýggi verjuspælarin hjá Clackburn, Andre Ooijer gjørdist sítt næsta sjálvmál í tveimum dystum, tá City javnaði til 2-2, men undan hesum hevði Trevor Sinclari hjálpt vertunum við einum sjálvmáli. Eftir steðgin skoraðu Benny McCarthy og Paul Gallagher hvør sítt mál, soleiðis at Blackburn vann málríku uppgerðina.