Strandferðslan søkir eftir tveimum starvsfólkum í blaðnum í dag. Talan er um tey bæði størvini, sum vit umrøddu í blaðnum í gjár, lønarumsitari og skipsinspektørur. Í lýsingini verður sagt, at av tí, at hesi hava sagt seg úr starvi, verður lýst eftir fólki at byrja sum skjótast.