Kim Simonsen
Tá filmurin byrjar, hevur systir hennara skipað fyri, so at hon hevur eina blind date, men hon kemur ongantíð fram, tí eina lastbilur koyrir á hana, so hon endar í koma.
Hin persónurin í filminum er David. Kona hansara doyði fyri tveimum árum síðani. Hann er enn í svárari sorg og er givin at arbeiða sum arkitektur innan lendisfríðkan. Tá vit møta honum, er hann tvørur, dovin og drekkur illa. Hann situr bert á sofuni allan dagin.
Tá filmurin byrjar, leitar hann eftir einum stað at búgva saman. Ein meklari skal hjálpa honum, hon vísir honum eini 5 íbúðir at byrja við í filminum, men David dámar ikki sofunar.
Tá hann seinni fær eitt pappír í høvdið, ið boðar frá, at hann kann framleiga eina íbúð við møblum, tekur hann av. Skjótt vísir tað seg tó, at íbúðin ikki er so tóm, sum David helt, tí hetta er fína íbúðin hjá Elizabeth. Við eitt fær hann vitjan av einari ungari gentu, ið rópar eftir honum og skeldar hann út, so er hon burtur. David er illa við, og má viðganga, at hetta er eitt spøkilsi. Hann byrjar at leita sær hjálp frá djevlaútrakstrarmonnum og ghostbusters. At enda kemur hann fram til ein okkultan bókhandil, har er ein maður sum sær spøkilsi.
David fer undir at hjálpa hesum spøkilsi við at finna fram til hvat fyri menniskja hon var. Hetta spøkilsi er fyri tað mesta eitt grenj og eitt sum bara skal orðna alt. Við eitt fær David ikki loyvi til nakað longur, tí hon veit hvar er best fyri hann. Hann sleppur ikki á barr, ella at drekka øl heima.
Sjálvandi er hetta spøkilsi Elizabeth, sum ikki er deyð, men í koma.
Hust Like Heaven er ein ordeliga einkisigandi filmur. Bert 20 minuttir av filminum hanga saman og eru verdir at síggja, restin er tilgjørt, bert við tí endamáli at forvinna pening.
Søgan sigst koma frá einari franskari skaldsøgu eftir Marc Levy, ið kallast If Only It Were True. Men eg eri bangin fyri, at tey sum hava gjørt filmin ikki hava lisið hesa bók.
Just Like Heaven er ein av hesum romantisku skemtifilmum, ið hava okkurt eitt sindur álvarligt yvir sær. Her er einki serligt við filminum, hvørki søgan ella special effects. Einki sum kann fanga hyggjaran meiri enn at hyggja eftir Seinfeld ella hinum 10.000 kærleiksfilmunum, ið eru gjørdir.
Just Like Heaven er samensettur av klassiska Hollywood frásagnarevninum, ið altíð inniheldur eini tvey umslag og eitt peak móti endanum.
Tað er sjónleikarin Reese Witherspoon (f. 1976), ið spælir Elizabeth. Hana kenna vit frá nógvum filmum, so sum Pleasantville (1998), Legaly Blond (2001) og her komandi skal hon spæla í filminum I Walk The Line, ið er um Johnny Cash. Hesin filmurin er júst byrjaður í USA, og selur sera nógv atgongumerki. Hann kemur ikki til Evropa fyrr enn í febrar 2006. Joaquin Phoenix, kendur frá Gladiator, spælir The Man In Black, alias Johhny Cash.
Leikluturin sum David, er leiktur av tí heldur ókenda Mark Ruffalo (1967). Eg minnist hann best frá filmum sum You Can Count On Me (2000), har hann spælir ein ungur maður, sum ikki hevur tað so lætt. Hesin filmurin er ein lítil perla., ið snýr seg um nakrar fáar dagar í lívinum hjá tveimum systkjum. Systirin livir í eini lítlari bygd, biggin kemur at vitja. Hann er illa fyri og langt niðri. Eftir ein mánað í bygdini, sigur hann eindag við sonin hjá systrini: Its a dull, narrow town full of dull, narrow people who dont know anything except what things are like right around here. They have no perspective whatsoever, no scope. They might as well be living in the 19th century cause they have no idea whats going on, and if you try and tell em that they wanna fucking kill you. Ein setningur, ið eg minnist enn. Fyri hendan leiklutin vann Mark Ruffalo The New Generation Award frá filmummælarunum í Los Angeles.
Hann spældi eisini við í filminum My Life Without Me (2003), ið er ein sera góður og syrgiligur filmur. Mark Ruffalo er ein góður sjónleikari, men eg havi meiri torført at taka Reese Witherspoon í álvara.
Tað er ikki nogv at siga um hendan filmin. Hann er ikki góður. Hann er tað reina undirhald. Og innan undirhaldsfilmar er hann ikki eina av teim, goðu. Filmurin missir flogi og kikar javnan eftir andanum. Hann fær tí bert tvær stjørnur. Eina Fyri Mark Ruffalo sum David og eina fyri byrjanina á filminum.